Samband   |
28. mai 2010
Heimamissiónsungdómur gevur út nýggja bíbliulesiætlan til UNG. Navnið á lesiætlanini er KUMPAS
“Fyri mong ung er tað tungt at lesa í Bíbliuni, tí hon tykist alt ov torskild. Men tann mest spennandi, gevandi, lívsbroytandi og besta bókin í heimssøguni kann ikki leggjast á hillina, tí hon er ov trupul at skilja. Við KUMPAS vilja vit tí eggja ungum til at lesa meira í Bíbliuni og hjálpa teimum við at skilja betur tann spennandi boðskapin, sum Bíblian inniheldur”, sigur Jákup Justinussen, ungdómsráðgevi hjá Heimamissiónini.

KUMPAS kemur fyrstu ferð út 1. august 2010 og kemur síðan út 2 ferðir árliga. Kostnaður fyri 2010 útgávuna er einans 95 kr! Ert tú ung/ur, hevur tú hug at lesa og skilja meira í tí mest ávirkandi bókini í allari heimssøguni, so kanst tú tekna teg sum haldara nú á www.mission.fo ! Foreldur kunnu eisini vera við til at eggja teimum ungu til at lesa meira í Bíbliuni við at geva teimum hetta hefti.


 
Created by krea.fo