Hendan greinin er avritað úr Fjarðbúgvanum sum kom út 26 Februar 1975
Byggingin av missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum er nú komin so langt áleiðis, at húsið skal vígast og takast í brúk komandi sunnudag 2. mars.
Fyri fleiri árum síðani varð ein nevnd sett til at arbeiða við hesum málinum. Av fyrstan tíð var hettar ein 5-mannanevnd; men seinni komu so tveir limir afturat upp í nevndina. Tey ið sita í arbeiðsnevndini eru: Dánjal Pauli Højgaard, formaður, Saltangará, Havstein Ellingsgarrd, Runavík, Frans Petersen, Runavík. Per Petersen, Runavík, Sanna Vang, Glyvrar og seinni komu so Hans Jacobsen Glyvrar og Jensa Jensen, Saltangará eisini við. vit hittu Palla Højgaard, ið er formaður í nevndini, nú um dagarnar og høvdu stutt viðtal við hann um húsið og byggingina.
Nær byrjaði tit við hesum arbeiðinum?
Ja, hvat skal eg siga. Tað munnu vera eini tvey ár síðani, vit byrjaðu at grunda, og tað mundi ganga tað mesta av einum ári, áðrenn vit komu so langt – so tað eru eini trý ár síðani, vit byrjaðu av álvara at arbeiða við málinum. Vit, nevndin, hevði ein fund saman við tí endamáli at fáa eitt hús og fyrst varð tosað um hvar tað skuldi standa og um hvar vit kundu fáa eitt grundstykki. Eg hevði nú í meir enn hálvthundra ár gingið heim á og hildið møtir, og eg vildi so fegin ganga somu gongdin, sum eg hevði gingið. eg fór so til Jákup Hansen hann segði, at vit skuldu fáa eitt stykki burtur av gerðinum hjá mær, og eg varð glaður við. Vit fingu stykkið frá honum fyri einki, so tað var so óført. Men vit máttu eisini fáa eitt sindur burtur av kongsfestinum, og tað varð eisini játtað; men tað máttu vit so gjalda fyri.
Hvussu stórt er grundstykkið?
Tað er umleið 900 kvadratmetrar. Ja, so var stykkið klárt. Vit høvdu so fund aftur og komu so ásamt um at biðja Niels Paula Hansen á Glyvrum um at hjálpa okkum við tekning og eisini hjálpa okkum við at leggja arbeiðið til rættis.
so var farið at grava út og koyra moldina burtur og gekk tað skjótt. Vit fingu tað alt gjørt fyri einki. – Tað eru nú eini tvey ár síðani sjálv byggingin byrjaði. og tað hevur verið arbeitt mest alla tíðina – eitt sindur linari viðhvørt; men tað hevur gingið alla tíðina.
Hvussu stórt er húsið?
Húsini eru 9 m ferðir 25 m í tveimum hæddum. Uttanífrá kemur ein fyrst inn í eini forhøll, haðani einar breiðar trappur ganga upp í ovaru hæddina, sum er skildrað sundur í tveir salir, ein lítlan, ið er 30 kvm. og ein stóran ið er 153 kvm. til støddar. Í eysturendanum á somu hædd er ein forstova, haðani ein trappa gongur niður í kjallaran – eins og eisini slepst út tann vegin. Í niðaru hæddini er eisini eitt stórt rúm, ið er 13 m ferðir 8,5 m; men hettar rúmið verður ikki heilt liðugt til vígsluna. Ja, uppi á er eisini rættuliga stórt loft; men annars er opið upp í tróðrið.
Hvussu hava tit nú fingið pening til húsið?
Vit høvdu eina landsinnsavning og so seldu vit eisini lurtaseðlar. Og so varð eg biðin um at fara runt her á Glyvrum, í Saltangará og í Runavík og eg má siga tað, at tað var stuttligt at koma til fólk, so væl eg varð móttikin. Eg haldi eg mundi fá einar 16-17.000 kr. í hesum trimum bygdunum – so tað var óført. Eg haldi, at við øllum hesum mundi tað vera umleið 90.000 kr. vit fingu inn. Ja, tá lá væl fyri at senda pening inn, og tað var mangan so, at har man ikki roknaði við at fáa so mikið, har varð oftani tikið djúpast niður í lumman. Men tað gekk so vælsignað gott. Ja, og so høvdu vit basarir eisini. Serliga minnist eg ein veldiga stóran, sum gav yvir 40.000 kr. og fleiri aðrar. Allir lutir til basarirnar vóru gávur, so tað ið inn kom fór óskert til húsið. Tað hevur verið ein serdeilis góður vilji allar vegir fyri arbeiðinum; tí vit kundu ikki vænta at fáa eitt slíkt hús, so stórt og so skjótt og bíliga eisini. – Tað eru eisini komnar gávur ymsastaðni frá, nógvar túsund krónur eru bara komnar sendandi sum gáva til húsið og tey flestu vilja ikki verða navngivin.
Húsið skal vígast 2. mars av okkara presti – Follend. Kirkjukórið her skal eisini luttaka og so koma umboð fyri heimamissiónina og sjálvandi øll tey sum hava arbeitt og hjálpt til og annars eru øll vælkomin, sum hava hug at verða við.
Er húsið so heilt liðugt?
Ja, vit vænta, at tað skal verða klárt til sunnudagin; men sjálvandi verur okkurt eftir. Sum sagt verður kjallarin ikki liðugur og so okkurt annað smávegis.
Hvussu er nú ætlanin at nýta húsið?
Salurin skal fyrst av øllum nýtast til møtir, hvar vit kunnu samlast um Guds orð. Vit hava, sum sagt, eitt rættuliga stórt rúm í kjallaranum eisini og er ætlanin, at tað skal nýtast til ungdómsarbeiðið. Har skulu tey ungu kunna koma saman í frítíðini til ymiskt frítíðarítriv.
Ætlanin er at fáa ein leiðara til hettar arbeiði; men enn hava vit ongan funnið. Hettar rúmið er ikki liðugt enn; men ætlanin er at fáa eisini tað gjørt so skjótt sum gjørligt. Vit vóna at fáa studning frá tí almenna til tað ið restar í, tí tað er jú vanligt nú, at teir geva studning til ungdómshús, og tað er jú ætlanin hjá okkum, at ungdómrin skal samlast her í frítíðini. Nú hava vit gjørt so nógv sjálvir so eg haldi, tað er so líka til, at teir hjálpa til við tí seinastu restini og tað er heldur ikki so dýrt, tað ið eftir er.
Okkara vón er, at hettar húsið skal verða eitt stað, hvar bæði eldri og yngri kunnu koma saman og stimbra seg í tí góða.
Hvussu mong fólk kunnu sita inni?
Eg veit ikki rættuliga. Vit hava keypt 300 stólar í fyrstu syftu; men um tað gerst neyðugt, rokni eg við, at nakað væl fleiri kunnu fáa sitipláss.
Tygum hava lagt nakað nógvar tímar í hettar arbeiði?
Eg veit ikki; men dugir so lítið longur; men eg havi roynt at hjálpt eitt sindur. Í seinastuni hava serliga nógv fólk hjálpt til og tey hava fingið avrikað ein hóp. Tað er eitt óføra vakurt arbeið teir smiðirnir og øll hini hava gjørt her.
Teir, ið smíða hava, eru: Kjartan Højgaard úr Rituvík, Hans Jacob Højgaard og Henning Lind úr Runavík. Frants Petersen í Runavík hevur havt el-innleggingina í hondum og Bjarni Hansen, Runavík, hitan og øll hava gjørt eitt óføra gott arbeiði