Møti

Hvørt sunnukvøld kl. 17 er møti. Hetta er løtan tá vit øll samlast. Ofta inniheldur møtið felagssang, eina talu og nakrar vitnisburðar. Aðrar ferðir verða vanligu karmarnir broyttir, so pláss verður givið fyri “øðrvísi” møtum.

Hvørt sunnukvøld er drekka tá møti er. Onkuntíð er drekka mitt í møtinum, meðan tað aðrar tíðir er aftaná møti.
Vit hava eisini innsavnan hvørt sunnukvøld til dagliga raksturin av húsinum.

Tekniborð er til børnini.