Luthers lítla katekismus

Luthers lítla katekismus er ein lærubók í kristnu trúnni. Í fortaluni sigur Luther m.a.: “Fyri stuttum var eg og vitjaði kirkjuliðini kring landið, og sá eg tá, hvussu út av lagi illa stóð til. Hetta hevur noytt meg at skriva hesa stuttu og einføldu katekismus ella kristnilæru.”

Fyrsti høvuðspartur  Hini tíggju boðini, soleiðis sum ein húsbóndi einfalt eigur at leggja heimafólki sínum tey í huga.
  • Fyrsta boð: Tú mást ikki hava aðrar gudar.
    Tað er: Vit eiga fram um alt at óttast og elska Gud og seta alla okkara lít til hansara.
  • Annað boð: Tú mást ikki misbrúka navn Harrans, Guds tíns.
    Tað er: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki við navni hansara banna, svørja, ganda, ljúgva ella svíkja, men í hvørjari neyð okkara ákalla tað, tilbiðja, lova og takka.
  • Triðja boð: Minst til at halda hvíludagin heilagan.
    Tað er: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki vanvirða prædikuna og orð hansara, men halda tað heilagt, fegin hoyra og læra tað.
  • Fjórða boð: Æra faðir tín og móður tína.
    Tað er: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki vanvirða foreldur okkara og harrar 1 okkara ella fáa ilt í tey, men halda tey í æru, tæna teimum, akta, elska og virða tey.
  • Fimta boð: Tú mást ikki sláa í hel.
    Tað er: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki gera næsta okkara nakran skaða ella nakað mein á likamið, men hjálpa honum og dugna honum í hvørjari neyð og deyðaváða.
  • Sætta boð: Tú mást ikki dríva hor.
    Tað er: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit liva siðiliga og sámiliga í orði og verki, og at ein og hvør elskar og ærir hjúnafelaga sín.
  • Sjeynda boð: Tú mást ikki stjala.
    Tað er: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki taka frá næsta okkara pengar ella ognarlutir hansara, og ikki heldur draga teir undir okkum við følskum vørum ella øðrum sviki, men hjálpa honum at fremja atvinnu sína og at hava tað, ið hann eigur.
  • Áttanda boð: Tú mást ikki bera falskan vitnisburð ímóti næsta tínum.
    Tað er: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki ljúgva upp á næsta okkara, ikki svíkja hann, baktala hann ella spilla hann út; men vit eiga at umbera hann, tala gott um hann og taka alt væl upp og leggja tað besta í alt.
  • Níggjunda boð: Tú mást ikki girnast hús næsta tíns.
    Tað er: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki við list tráa eftir arvi ella húsi næsta okkara og við eiti av rætti draga tað undir okkum, men hjálpa og dugna honum, so at hann kann hava tað.
  • Tíggjunda boð: Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, ikki húskall ella arbeiðiskonu hansara, ikki fæ hansara ella nakað, sum næsti tín eigur.
    Tað er: Vit eiga at óttast og elska Gud, so at vit ikki lokka ella noyða konu, arbeiðisfólk ella fæ frá næsta okkara, men halda tey til at verða og at gera tað, ið tey eiga at gera.

Hvat sigur nú Gud um øll hesi boð? Hann sigur soleiðis:
Eg, Harrin Gud tín, eri ein vandin Gud, sum heimsøkir misgerðir fedra á børn til triðja og fjórða lið, teirra, ið meg hata; men teimum, ið meg elska og halda boð míni, teimum geri eg væl ímóti í túsunda lið.

Tað er: Gud hóttir við at revsa øll tey, ið bróta hesi boð. Tí eiga vit at óttast vreiði hansara og ikki gera ímóti teimum. Men hann lovar øllum, ið halda hesi boð, náði og alt gott. Tí eiga vit eisini at elska hann og líta á hann og fegin gera eftir boðum hansara.

Annar høvuðspartur  Trúgvin, soleiðis sum ein húsbóndi einfalt eigur at leggja heimafólki sínum hana í huga.

Fyrsta grein: Um skapanina.  Eg trúgvi á Gud Faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar.

Tað er: Eg trúgvi, at Gud hevur skapað meg eins og allar skapningar; at hann hevur givið mær likam og sál, eygu, oyru og allar limir, vit og allar sansar, og enn uppiheldur øllum hesum; at hann gevur klæði og skógvar, mat og drekka, hús og heim, konu og børn, mark, fæ og alt gott; at hann ríkliga og dagliga syrgir fyri øllum, ið mær tørvar fyri hetta likam og lív, varðar meg fyri øllum vanda, bjargar mær úr øllum illum og vakir yvir mær; og alt hetta eina av faðirligari, guddómligari góðsku og miskunn, uttan at tað er mær nakað at takka, og at eg eri tess verdur. Fyri alt hetta eigi eg at takka og prísa honum og at tæna honum og vera honum lýðin. Sanniliga er tað satt.

Onnur grein: Um endurloysanina.

Eg trúgvi á Jesus Kristu Guds einborna son, váran Harra, sum er gitin av Heilagum Anda, borin í heim av Mariu moy, pínslaður undir Pontiusi Pilatusi, krossfestur, deyður og jarðaður, niðurfarin til Heljar, triðja dagin staðin upp frá deyðum, farin til Himmals, sitandi við høgru hond Guds Faðirs, hins alvalda, haðani hann kemur at døma livandi og deyð.

Tað er: Eg trúgvi, at Jesus Kristus, ið er sannur Gud, føddur av Faðirinum í upphavi, og eisini sannur maður, føddur av Mariu moy, er Harri mín, sum hevur endurloyst meg, farna og dømda menniskja, bjargað og vunnið meg frá øllum syndum, frá deyðanum og frá Djevulsins valdi, ikki við gulli ella silvuri, men við sínum heilaga, dýrabara blóði og við síni sakleysu pínslu og deyða, fyri at eg með alla skal vera hansara og í ríki hansara liva undir honum og tæna honum í ævigum rættlæti, sakloysi og sælu, líkasum hann er staðin upp frá deyðum, livir og ræður um allar ævir. Sanniliga er tað satt.

Triðja grein: Um halganina.

Eg trúgvi á Heilagan Anda, eina heilaga almenna kirkju, samfelag teirra heilagu, fyrigeving syndanna, uppreisn likamsins og lív um aldur og ævir. Amen.

Tað er: Eg trúgvi, at eg ikki av egnum viti ella mátti kann trúgva á Jesus Krist, Harra mín, ella koma til hansara; men tað er hin Heilagi Andin, sum hevur kallað meg við evangeliinum, hevur lýst mær við gávum sínum, hevur halgað meg og hildið mær uppi í teirri rættu trúnni; líkasum hann kallar, savnar, upplýsir, halgar alt hitt kristna kirkjuliðið í heiminum og heldur tí uppi í Jesusi Kristi við teirri sonnu, einastu trúnni. Í hesum kristna kirkjuliði fyrigevur hann dagliga mær og øllum teimum trúgvandi alla synd ríkliga og vil á evsta degi vekja okkum øll upp úr deyða og geva mær og øllum, ið trúgva á Krist, eitt ævigt lív. Sanniliga er tað satt.

Triði høvuðspartur  Faðir vár, soleiðis sum ein húsbóndi einfalt eigur at leggja heimafólki sínum tað í huga.  Faðir vár, tú, sum ert í Himlunum!

Tað er: Gud vil hervið fáa okkum at trúgva, at hann er rætti Faðir okkara, og at vit eru rættu børn hansara, fyri at vit í troysti og fullum áliti skulu biðja til hansara, eins og børn hugað biðja foreldur síni um okkurt.

Fyrsta bøn: Heilagt verði navn títt!

Tað er: Guds navn er væl heilagt í sjálvum sær; men vit biðja í hesi bøn, at tað eisini má verða heilagt hjá okkum. Hvussu verður tað? Tá ið Guds orð verður lært reint og rætt, og vit eisini liva heilagt hareftir sum Guds børn. Til tess hjálp okkum, kæri Faðir í Himli! Men tann, ið lærir og livir øðrvísi, enn Guds orð lærir, hann vanhalgar Guds navn okkara millum. Varða okkum frá tí, himmalski Faðir!

Onnur bøn: Komi ríki títt!

Tað er: Guds ríki kemur væl av sjálvum sær uttan bøn okkara; men vit biðja í hesi bøn, at tað eisini má koma til okkara. Hvussu verður tað? Tá ið himmalski Faðirin gevur okkum Heilaga Anda sín, so at vit við náði hansara trúgva hansara heilagu orðum og liva í gudsótta ævi okkara her og í Himli um allar ævir.

Triðja bøn: Verði vilji tín sum í Himli so á jørð!

Tað er: Guds góði, miskunnsami vilji verður væl uttan bøn okkara; men vit biðja í hesi bøn, at hann eisini má verða hjá okkum.
Hvussu verður tað? Gud villir og forðar øllum illum ráðum og royndum, ið ikki vilja lata okkum halga navn hansara og ikki lata ríki hansara koma (slíkt er Djevulsins, heimsins og holds okkara vilji), og tá ið hann har afturímóti styrkir og varðveitir okkum føst í orði sínum og í trúnni til okkara síðstu stund. Hetta er hansara miskunnsami og góði vilji.

Fjórða bøn: Gev okkum í dag okkara dagliga breyð!

Tað er: Gud gevur væl dagligt breyð, eisini uttan bøn okkara, enntá øllum óndum menniskjum; men vit biðja í hesi bøn, at vit mega meta tað og taka ímóti okkara dagliga breyði við tøkk.
Hvat meinast so við dagligt breyð? Alt tað, ið okkum tørvast til lívsins uppihald, til dømis matur, drekka, klæði, skógvar, hús, heim, mark, fæ, peningur, góðs, góður ektafelagi, góð børn, góð arbeiðisfólk, góð trúføst yvirvøld, gott stýrislag í landinum, gott veðurlag, friður, heilsa, góðir siðir, æra, góðir vinir, trúgvir grannar og tesslíka.

Fimta bøn: Og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda!

Tað er: Vit biðja í hesi bøn, at himmalski Faðirin ikki vil líta at syndum okkara og fyri teirra skuld sýta bøn okkara. Tí vit eru einkis verd av tí, sum vit biðja um, og eiga tað heldur ikki uppiborið; men vit biðja, at hann vil geva okkum tað alt samalt av náði, tí at vit synda dagliga nógv og eiga einki annað at fáa uttan revsing. So vilja vit eisini av hjarta fyrigeva og fegin gera væl ímóti teimum, ið gera illa ímóti okkum.

Sætta bøn: Og leið okkum ikki í freistingar!

Tað er: Gud freistar væl ongan, men vit biðja í hesi bøn, at hann vil varða og verja okkum, fyri at Djevulin, heimurin og hold okkara ikki skulu svíkja okkum ella villa okkum til vantrúgv, vónloysi og aðra vanvirðisliga synd og last, men um vit soleiðis verða freistað, at vit kortini til síðst mega vinna og fáa sigur.

Sjeynda bøn: Men frels okkum frá tí illa!

Tað er: Vit biðja í hesi bøn, sum undir einum, at himmalski Faðirin vil frelsa okkum frá alskyns illum til likams og sálar, ognar og æru, og til síðst, tá ið okkara tíð kemur, veita okkum eina sæla burturferð og av náði taka okkum frá hesum neyðardali til sín í Himmalin. Amen!

Tað er: At eg skal vera vísur í, at hesar bønir eru himmalska Faðirinum væl toknaðar og av honum bønhoyrdar; tí hann hevur sjálvur boðið okkum at biðja soleiðis og lovað, at hann vil bønhoyra okkum. Amen, amen! tað merkir: Ja, ja, tað skal soleiðis verða.

Fjórði høvuðspartur Hins heilaga dóps sakramenti, soleiðis sum ein húsbóndi einfalt eigur at leggja heimafólki sínum tað í huga.

Í fyrsta lagi: Hvat er dópurin?

Dópurin er ikki vatn einsamalt, men vatnið, skilað til í Guds boði og sameint við Guds orði. Hvat er so hetta fyri Guds orð?

Um hetta sigur vár Harri Kristus hjá Matteusi í seinasta kapitli: Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns Faðirsins og Sonarins og hins Heilaga Anda.

Í øðrum lagi: Hvat gevur ella gagnar dópurin?

Hann virkar fyrigeving syndanna, loysir frá deyðanum og Djevulinum og gevur øllum teimum, ið hesum trúgva, hina ævigu sælu, soleiðis sum Guds orð og fyrijáttan ljóða.

Hvat er so hetta fyri Guds orð og fyrijáttan? Um hetta sigur vár Harri Kristus hjá Markusi í seinasta kapitli: Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða dømdur.

Í triðja lagi: Hvussu kann vatn avrika slík stór verk?

Vatn avrikar tey vissuliga ikki, men Guds orð, sum er í og við vatninum, og trúgvin, ið lítur á Guds orðið, ið er sameint við vatninum. Tí uttan Guds orð er vatnið bert vatn og eingin dópur; men við Guds orði er tað ein dópur, tað er: eitt náðiríkt lívsins vatn og eitt endurføðingarinnar bað í hinum Heilaga Anda, soleiðis sum Paulus ápostul sigur til Titusar í triðja kapitli: Hann frelsti okkum við endurføðingarinnar baði og við endurnýggjanini í hinum Heilaga Anda, sum hann ríkliga úthelti yvir okkum fyri Jesus Krist, frelsara okkara, fyri at vit, rættvísgjørd av náði hansara, skuldu í vónini verða arvingar til ævigt lív. Hetta er sonn tala.

Í fjórða lagi: Hvat er so vatnið í dópinum eitt tekin um?

Tað merkir, at hin gamli Ádam í okkum eigur at fara undir við dagligari iðran og bót og at verða dripin við øllum syndum og óndum lystum, og at har afturímóti hin nýggja menniskja dagliga eigur at koma undan og at reisast upp at liva um ævir fyri Gudi í rættvísi og reinleika. Hvar stendur tað skrivað?

Paulus ápostul skrivar til rómverja í sætta kapitli: Vit eru grivnir við Kristi í dópinum til deyðans, fyri at eins og Kristus varð reistur upp frá deyðum við dýrd Faðirsins, soleiðis skulu vit eisini liva eitt nýtt lív.

Hvussu vanlig fólk eiga at verða lærd at skrifta. Hvat er skriftamálið?

Skriftamálið er í tveimum pørtum. Í fyrra lagi játta vit syndirnar; í øðrum lagi taka vit ímóti avloysningini ella fyrigevingini frá skriftafaðirinum sum frá Gudi sjálvum og ivast ikki í henni, men trúgva fult og fast, at syndir okkara tí eru fyrigivnar fyri Gudi í himmalinum.

Hvørjar syndir eiga vit tá at skrifta? Fyri Gudi eiga vit at viðganga, at vit eru sek í øllum syndum, teimum við, ið vit ikki vita um, soleiðis sum vit gera í Faðirvár. Men fyri skriftafaðirinum skulu vit bara játta tær syndir, sum vit vita um, og sum plága samvitsku okkara.

Hvørjar eru tær? Hugsa um stand tín og ber hann saman við tey tíggju boðini, um tú ert faðir, móðir, sonur, dóttir, húsbóndi, húsmóðir ella tænari: – um tú hevur verið ólýðin, ótrúgvur, latur, vreiður, frekur, klandursamur, um tú hevur gjørt ilt við orði ella gerningi, um tú hevur stolið, verið órøkin ella gáloysin ella hevur gjørt fortreð.

Sig mær í stuttum, hvussu eg skal skrifta! Soleiðis skalt tú siga við skriftafaðirin:“Eg biði teg um, at tú vilt hoyra skriftamál mítt og Guds vegna boða mær syndanna fyrigeving.” “Sig fram!” “Eg, neyðars syndari, játti meg sekan fyri Gudi í øllum syndum. Serliga játti eg fyri tær, at eg eri húskallur  ella arbeiðskona o.s.fr., men tíverri tæni eg ikki húsbóndafólki mínum við trúskapi, tí her og har havi eg ikki gjørt tað, ið tey áløgdu mær at gera. Eg havi fingið ilt í tey, so at tey bannaðu, og eg havi verið órøkin, so skaði stóðst av. Eisini havi eg verið ósømilig í orðum og gerningum, havi íbirt klandur við arbeiðsfelagar mínar og havi knarrað og bannað aftur ímóti húsmóðir míni o.s.fr. Alt hetta ger mær ilt, og eg biði um Guds fyrigeving; eg skal betra meg.”

Ein húsbóndi ella húsmóðir kann siga soleiðis: “Serliga játti eg fyri tær, at eg havi ikki trúliga alt upp børn míni, húsfólk og konu mína til Guds æru. Eg havi bannað, við ósømiligum orðum og gerningum verið eitt ringt fyridømi, gjørt granna mínum skaða og talað ilt um hann; eg havi selt ov dýrt, latið falskar vørur, sum vóru ov lættar” – og hvat annað hann hevur gjørt ímóti Guds boðum og lívsstarvi sínum, o.s.fr.

Men tann, ið ikki kennir seg tyngdan av slíkum ella av stórum syndum, skal tó ikki vera stúrin ella leita eftir øðrum syndum. Hann skal heldur ikki finna upp á syndir og á tann hátt gera skriftamálið til ein pínubonk. Tú skalt siga frá einari synd ella tveimum, sum tú veitst um. Altso: “Serliga játti eg, at eg eina ferð havi bannað, somuleiðis havi eg eina ferð verið óhøviskur í orðum, eina ferð havi eg gloymt at….o.s.fr.” Og so er tað nóg mikið. Men veitst tú alt ikki av nakrari synd (tað er neyvan møguligt), so nevn einki serstakt, men tak við fyrigevingini í vanliga skriftamálinum, sum tú fyri skriftafaðirinum leggur fram fyri Gud. So skal skriftafaðirin siga: “Gud veri tær miskunnsamur og styrki trúgv tína. Amen.”

Sig so: “Trýrt tú, at mín fyrigeving er Guds fyrigeving?” “Ja.” Síðani skal hann siga. “Verði tær, sum tú trúði. Og eftir boðum várs Harra Jesu Krists fyrigevi eg tær syndir tínar í navni Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans. Amen! Far í friði!” Men tann, ið samvitskan plágar, ella er nívdur av sorg og iva, skal skriftafaðirin ivaleyst duga at troysta við fleiri bíbliuorðum og eggja honum til trúgv. Á henda hátt kunnu vanlig fólk skrifta.

Fimti høvuðspartur Altarsins sakramenti,  soleiðis sum ein húsbóndi einfalt eigur at leggja heimafólki sínum tað í huga. Hvat er altarsins sakramenti?

Tað er várs Harra Jesu Krists sanna likam og blóð, undir breyði og víni, fyriskipað av Kristi sjálvum fyri okkum kristnum at eta og drekka.

Hvar stendur tað skrivað? Soleiðis skriva hinir heilagu evangelistarnir Matteus, Markus, Lukas og Paulus ápostul: Vár Harri Jesus Kristus á teirri nátt, sum hann svikin varð, tók hann breyðið, takkaði og breyt tað, gav lærusveinum sínum tað og segði: Takið hetta og etið tað; hetta er likam mítt, sum fyri tykkum verður givið. Gerið hetta til mínar áminingar! Somuleiðis tók hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina, takkaði, gav teimum og segði: Drekkið allir her av; hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði mínum, sum fyri tykkum verður úthelt til fyrigevingar syndanna. Gerið hetta, so ofta sum tit tað drekka, til mínar áminningar!

Hvat gagnar tað soleiðis at eta og drekka? Tað gera hesi orð kunnugt: Tað verður givið og úthelt fyri tykkum til fyrigevingar syndanna.  Við hesum orðum verða okkum nevniliga givin í sakramentinum fyrigeving syndanna, lív og sæla. Tí at har sum fyrigeving syndanna er, har er eisini lív og sæla.

Hvussu kann likamlig etan og drekkan avrika so stór verk? At eta og drekka avrikar tað vissuliga ikki, men tað, ið avrikar tað, eru hesi orð: Tað verður givið og úthelt fyri tykkum til fyrigevingar syndanna. Tí at hesi orð eru saman við teirri likamligu etan og drekkan aðalmálið í sakramentinum, og tann, ið trýr hesum orðum, hann hevur tað, ið tey siga, og sum tey ljóða, nevniliga fyrigeving syndanna.

Hvør tekur so við hesum sakramentin virðiliga? At fasta og at búgva likam sítt til er væl ein góður útvortis siður; men tann er av sonnum verðigur og væl skikkaður, ið hevur trúnna á hesi orð: tað verður givið og úthelt fyri tykkum til fyrigevingar syndanna. Men tann, ið ikki trýr hesum orðum ella ivast, hann er óverðigur og óskikkaður; tí at hetta orðið “fyri tykkum” krevur fram um alt trúgvandi hjørtu.

Hvussu ein húsbóndi eigur at læra heimafólk sítt at biðja morgun- og aftanbøn

Morgunbøn:

Um morgunin, tá ið tú fert upp, skalt tú signa teg og siga:  Í navni Faðirsins, Sonarins og hins Heilaga Anda! Amen.

Sig so á knøum ella standandi Trúarorðini og Faðirvár. Um tú vilt, kanst tú eisini biðja hesa lítlu bøn: Eg takki tær, himmalski Faðir mín, við Jesusi Kristi, elskuliga syni tínum, fyri at tú hesa nátt hevur varðveitt meg frá øllum skaða og váða; og eg biði teg, at tú eisini í dag vil varða meg frá synd og øllum illum, so at alt yrki mítt og øll atferð mín má líka tær væl. Tí eg gevi meg við likami og sál og øllum lutum í hendur tínar. Tín heilagi eingil veri við mær, fyri at Illimaður ikki skal fáa nakað vald á mær! Amen.

Far so við gleði til arbeiðis. Tú kanst eisini syngja ein sálm, sum t.d. ”Óttast barn mítt sannan Gud’, ella okkurt annað, ið kann vera til ugga.

Aftanbøn:

Um kvøldið, tá ið tú fert at leggjast, skalt tú signa teg og siga:  Í navni Faðirsins, Sonarins og hins Heilaga Anda! Amen.

Sig so á knøum ella standandi trúarorðini og faðirvár. Um tú vilt, kanst tú eisini biðja hesa lítlu bøn: Eg takki tær, himmalski Faðir mín, við Jesusi Kristi, elskuliga syni tínum, fyri at tú henda dag náðiliga hevur varðveitt meg; og eg biði teg, at tú vilt fyrigeva mær allar syndir mínar, sum eg havi gjørt tær ímóti við, og náðiliga varða meg í nátt. Tí eg gevi meg við likami og sál og øllum lutum í hendur tínar. Tín heilagi eingil veri við mær, fyri at Illimaður ikki skal fáa nakað vald á mær! Amen.

Og so alt fyri eitt glaður at sova.

Hvussu ein húsbóndi eigur at læra heimafólk sítt at biðja undan og aftan á máltíðina

Børnini og arbeiðisfólkini skulu halda hendurnar saman og sámiliga koma at borðinum og siga: Øll venda eygum sínum vónandi til tín, Harri, og tú gevur teimum føði teirra í rættum tíma; tú letur upp tína hond og mettar alt, sum livir, við signing.

Lýsing

Signing merkir her Guds stóru gávmildi, sum veitir øllum livandi skapningum so nógva føði, at teir eru fegnir og væl heitnir; stúran og ágirnd forða slíkari signing.

Tínæst faðirvár og hesa bøn: Harra Gud, himmalski Faðir, vælsigna okkum og hesar gávur tínar, sum vit fáa av tíni mildu miskunn, við Jesusi Kristi, várum harra! Amen.

Líkaleiðis aftan á máltíðina skulu tey sámiliga, og meðan tey halda saman hendur, siga:  Harranum takkið, tí hann er góður, og miskunn hansara varir um ævir! Hann gevur øllum skapningum at eta, hann gevur djórunum føðslu teirra og ravnsungunum, tá ið teir rópa. Hann hevur ei yndi til styrkleika hestsins, hann hevur ei tokka á mansins snaru beinum. Tokka hevur Harrin á teimum, ið hann óttast og eftir miskunn hansara bíða .

Og tínæst faðirvár og hesa bøn: Vit takka tær, Harra Gud Faðir, við Jesusi Kristi, várum Harra, fyri allar vælgerðir tínar, tú, sum livir og ræður um allar ævir! Amen.

Hústalvan, sum nøkur orð úr teirri heilagu skrift standa á, ið skulu minna ein og hvønn í sínum lagi og í sínari støðu um skyldur sínar.  Biskupar og prestar

Ein umsjónarmaður eigur at vera óatfinnandi, einar konu maður, fráhaldandi, hóvsamur, høviskur, gestablíður, dúgligur at læra onnur; ikki tráur eftir víni, ikki eftir bardøgum, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagrammur; maður, sum stendur væl fyri sínum egna húsi, sum heldur børnum sínum í lýdni við øllum sóma; ikki nýggjur í trúnni; maður, ið heldur fast við hitt álítandi orðið, samsvarandi læruni, fyri at hann kann vera dúgligur til bæði at áminna við hini heilnæmu læruni og at reka teir aftur, sum mæla ímóti. 1. Tim. 3. Tit. 1.

Hin verðsliga yvirvøldin

Hvør maður veri fyriskipaðum yvirvøldum lýðin; tí at ikki er nøkur yvirvøld til uttan frá Gudi, men tær, sum til eru, eru skipaðar av Gudi, so at tann, sum veitir yvirvøldini mótstøðu, hann veitir Guds fyriskipan mótstøðu; men teir, sum veita mótstøðu, skulu fáa dóm sín. Yvirvøldin er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ilt er, tá skalt tú øtast; tí at hon ber ikki svørðið til einkis, av tí at hon er tænari Guds, hevnari til revsingar fyri tann, sum hevst at tí, sum ilt er. Róm. 13.

Tegnar

Gevið keisaranum tað, ið keisarans er. Matt. 22. Hvør maður veri fyriskipaðum yvirvøldum lýðin o.s.fr. Tað er fyri neyðini at vera lýðin, ikki bert fyri revsingarinnar skuld, men eisini fyri samvitskunnar skuld. Tí gjalda tit jú eisini skattir; tí at teir eru tænarar Guds, sum serliga hava hetta í varðveitslu. Gjaldið øllum tað, sum tit skylda teimum; tí skatt, sum skal hava skatt; tí toll, sum skal hava toll; tí ótta, sum skal hava ótta; tí virðing, sum skal hava virðing. Róm. 13.

Fyrst av øllum áminni eg tá um, at tað verða hildnar bønir, ákallanir, fyribønir, takkargerðir fyri øllum menniskjum, fyri kongum og øllum teimum, sum eru settir hátt, fyri at vit mega liva eitt stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og sóma. 1. Tim. 2. Minn teir á at vera stýrisvøldum og yvirráðum undirgivnir. Tit. 3.Verið fyri Harrans sakir eini og hvørjari menniskjuligari fyriskipan undirgivnir, hvørt tað so er einum kongi sum hinum hægsta, ella landshøvdingum sum teimum, ið av honum eru sendir. 1. Pæt. 2.

Ektamenn

Tit menn! Livið við skynsemi saman við konum tykkara sum við einum veikari keri, og veitið teimum virðing eins og tær eisini eru samarvingar við tykkum til náðigávu lívsins, fyri at bønir tykkara ikki mega hindrast. 1. Pæt. 3. Og verið ikki beiskir við tær. Kol. 3.

Ektakonur

Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar, fyri at, um so er, at summir ikki vilja lýða orðinum, teir so mega vinnast orðaleyst við atferðini hjá konunum. 1. Pæt. 3.

Foreldur

Tit fedrar! Ilskið ikki børn tykkara upp, men alið tey upp við aga og áminning Harrans. Ef. 6.

Børn

Tit børn! Lýðið foreldrum tykkara í Harranum; tí at tað er rætt. “Æra faðir tín og móður tína,” hetta er hitt fyrsta boðið við fyrijáttan, “fyri at tær má gangast væl og tú mást liva leingi í landinum.” Ef. 6.

Húskallar, arbeiðskonur, bønamenn, arbeiðismenn

Tit tænarar! Lýðið húsbóndum tykkara við ótta og bivan í hjartans einfaldi tykkara, sum var tað Kristus; ikki við eygnatænastu eins og teir, ið vilja toknast monnum, men eins og tænarar Krists, so at tit gera vilja Guds av hjarta, við tað at tit av góðum vilja gera tænastu, sum var tað fyri Harranum og ikki fyri monnum, av tí at tit vita, at hvat gott, sum ein og hvør ger, tað skal hann fáa aftur av Harranum, hvørt hann so er trælur ella frælsur. Ef. 6.

Húsbóndi og matmóðir

Tit harrar! Gerið tit tað sama móti teimum, so at tit lata av hóttum, við tað at tit vita, at bæði Harri teirra og tykkara er í Himlunum, og at tað hjá honum ikki verður gjørdur mannamunur. Ef. 6.

Tey ungu

Tit ungu! Verið teimum eldru undirbrotlig; og klæðist øll í lítillæti hvør móti øðrum, tí at Gud stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði. Eyðmýkið tykkum tí undir Guds veldigu hond, fyri at hann á sínum tíma má upphevja tykkum. 1. Pæt. 5.

Einkjur

Tann, sum í roynd og veru er einkja og stendur einsamøll, hevur sett vón sína til Guds og heldur á við ákallan og bønum nátt og dag; men tann, sum livir, sum henni lystir, er livandi deyð. 1. Tim. 5.

Kirkjuliðið

“Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg,” hetta er aðalinnihaldið í boðunum. Róm. 13. Haldið á við bønum fyri øllum menniskjum. 1. Tim. 2.

Um hvør ein orð Guds læra vil, tá væl í húsi stendur til.