Nicenska-konstantinopolitianska trúarjáttanin

Hendan trúarjáttanin greinar læruna eitt sindur gjøllari enn apostólska trúarjáttanin. Hon stavar frá kirkjufundunum í Nicea ár 325 og Konstantinopel í 381. Trúarjáttanin er ein uppgerð við arianismuna, ið var ímóti læruni um tríeindina og meinti at Jesus ikki var guddómligur. Tí eru orðini “av somu veru sum Faðirin” og  “føddur, ikki skapaður” týdningarmikil. Trúarjáttanin hevur eisini eina orðingin um dópin.

Eg trúgvi á ein Gud, hin alvalda Faðir, sum hevur skapað himmal og jørð, allar sjónligar og ósjónligar lutir.¨

Og á ein Harra, Jesus Krist, Guds einborna Son, sum er føddur av Faðirinum fyri upphav tíðarinnar, Gud av Gudi, ljós av ljósi, sannur Gud av sonnum Gudi, føddur, ikki skapaður, av somu veru sum Faðirin, ið alt hevur skapað, sum fyri okkum menniskju og frelsu okkara er komin niður av himni og er vorðin hold við Heilagum Anda av Marius moy, sum eisini okkara vegna er krossfestur undir Pontiusi Pilatusi, píndur og jarðaður. Triðja dagin risin upp samsvarandi Skriftunum og farin til himmals, situr við Faðirsins høgru hond og skal koma aftur í dýrd at døma livandi og deyð, og á ríki hansara skal eingin endi vera.

Og á Heilagan Anda, Harran og lívgevaran, sum gongur út frá Faðirinum og Soninum, sum saman við Faðir og Soni verður tilbiðin og dýrmettur, og sum hevur talað við profetunum. Og á eina heilaga, almenna og ápostólska kirkju.

Eg játti ein dóp til fyrigevingar syndanna og vænti uppreisn teirra deyðu og lívið í komandi heimi. Amen.