Hendan trúarjáttanin greinar læruna eitt sindur gjøllari enn apostólska trúarjáttanin. Hon stavar frá kirkjufundunum í Nicea ár 325 og Konstantinopel í 381. Trúarjáttanin er ein uppgerð við arianismuna, ið var ímóti læruni um tríeindina og meinti at Jesus ikki var guddómligur. Tí eru orðini “av somu veru sum Faðirin” og “føddur, ikki skapaður” týdningarmikil. Trúarjáttanin hevur eisini eina orðingin um dópin.
Eg trúgvi á ein Gud, hin alvalda Faðir, sum hevur skapað himmal og jørð, allar sjónligar og ósjónligar lutir.¨
Og á Heilagan Anda, Harran og lívgevaran, sum gongur út frá Faðirinum og Soninum, sum saman við Faðir og Soni verður tilbiðin og dýrmettur, og sum hevur talað við profetunum. Og á eina heilaga, almenna og ápostólska kirkju.
Eg játti ein dóp til fyrigevingar syndanna og vænti uppreisn teirra deyðu og lívið í komandi heimi. Amen.