Augsburgska trúarjáttanin

Augsburgska trúarjáttanin er frá Luthersa døgum. Hon varð skrivað í 1530 og verður eisini nevnd “Confessio Augustana.”  Játtanin varð gjørd, tí týski kongurin Karl 5. hevði biðið týskar fýrstar og býir, sum høvdu tikið undir við Martin Luther, um at greiða frá sínari trúgv. Saman við Luthers lítla katakismus lýsir augsburgska trúarjáttanin evangelisk-lutherska samleikan. Høvuðsdentur í hesum trúarjáttanum er frelsuverkið og tann kristna meinigheitin.

1.grein: Um Gud

Kirkjulið okkara læra einmælt, at avgerðin á kirkjufundinum í Nikea um einleikan í teirri guddómligu veruni og um teir tríggjar persónarnar er sonn og eigur at verða trúð uttan nakran iva. Hon snýr seg um, at tað er ein guddómlig vera, sum bæði verður nevnd og er hin ævigi Gud, uttan likam, sum ikki kann býtast sundur, við ómetaligum mátti, vísdómi og góðsku, sum skapar og heldur uppi øllum lutum, bæði sjónligum og ósjónligum. Men tó eru tað tríggir persónar, av somu veru og líka ævigir: Faðir, Sonur og Heilagur Andi. Orðið “persónur” verður nýtt í somu merking sum hjá kirkjufedrunum. Tað sipar ikki til ein part ella ein eginleika hjá nøkrum øðrum, men tað, ið er til í sjálvum sær. Tey fordøma allar ranglærur, ið hava tikið seg upp ímóti hesi grein, eitt nú manikearar, ið læra, at frá upphavi eru tveir gudar, ein góður og ein óndur. Á sama hátt fordøma tey valentinianar, árianar, eunomianar, muhammedsmenn og allar teirra líkar. Eisini fordøma tey samosatenar, bæði teir eldru og teir yngru, sum á rangan og ógudiligan hátt málbera seg um Orðið og Heilaga Andan, hóast teir halda uppá, at tað bara er ein persónur. Teir siga, at teir eru ikki tveir atskildir persónar, men at Orðið merkir tað talaða orðið, og andin er ein skapt rørsla í lutunum.

2.grein: Um arvasyndina

Somuleiðis læra tey, at eftir Ádams fall verða øll menniskju, ið gitin eru á natúrligan hátt, fødd við synd. Tað merkir: uttan gudsótta, uttan álit á Gud og við girnd. Henda arvaliga sjúka ella hetta arvaliga brek er av sonnum synd, sum framvegis fordømir og veldur teimum ævigan deyða, sum ikki verða endurfødd við dópi og heilagum anda. Tey fordøma pelagianar og aðrar, sum nokta fyri, at arvaliga brekið er synd, men halda fast við, at menniskjan kann verða rættvísgjørd fyri Gudi við sínum egna skynsama mátti. Á tann hátt minka teir um vælgerðir Krists og heiður teirra.

3.grein: Um Guds Son

Somuleiðis læra tey, at Orðið, tað er Guds Sonur, tók á seg menniskjuliga natúr í móðurlívi sælu Mariu moyar. Tí eru tvær natúrir, hin guddómliga og hin menniskjuliga, sum eru óatskiljandi sameindar í persóns-einleikanum, ein Kristus, sannur Gud og satt menniskja, føddur av Mariu moy, sum av sonnum hevur liðið, er krossfestur, deyður og jarðaður fyri at gera Faðirin sáttan við okkum og vera eitt offur ikki bara fyri arvasyndina, men eisini fyri allar syndugar gerðir menniskjanna. Hann fór niður til heljar og reis av sonnum upp triðja dagin; síðani fór hann til himmals fyri at sessast við høgru hond Faðirsins og um ævir at stýra og ráða øllum skapninginum. Og tey, ið trúgva á hann, halgar hann við at senda Heilaga Andan í hjørtu teirra. Og Andin stýrir teimum og troystar tey og ger tey livandi, og hann verjir tey ímóti djevlinum og syndarinnar makt. Hesin sami Kristus skal koma sjónligur aftur at døma livandi og deyð o.s.fr. eftir Ápostólsku trúarjáttanini.

4.grein: Um rættvísgeringina

Somuleiðis læra tey, at menniskju verða ikki rættvísgjørd fyri Gudi við egnum mátti, heiðri ella gerningum; men tey verða rættvísgjørd við trúnni fyri einki, tá ið tey trúgva, at tey verða náðað og fáa syndanna fyrigeving fyri Krists skuld, sum við deyða sínum gjørdi fulnað fyri syndir okkara. Hesa trúgv kannar Gud teimum sum rættvísi. (Rómverjabrævið 3 og 4).

5.grein: Um kirkjuliga embætið

Tí er innsett eitt embæti at læra evangeliið og býta út sakramentini, fyri at vit skulu koma til hesa trúgv. Tí at Heilagi Andin verður givin við orðinum og sakramentunum sum nýti, og – nær og hvar Gud vil – virkar hann trúnna í teimum, ið hoyra evangeliið: at Gud fyri Krists skuld, og ikki tí at vit høvdu tað uppiborið, rættvísger tey, ið trúgva, at tey fyri Krists skuld verða náðað. “Fyri at vit við trúnni skulu fáa fyrijáttan andans”, Gal. 3,14. Tey fordøma endurdoyparar og onnur, ið halda, at Heilagi Andin kemur ikki til menniskju við orðinum uttanífrá, men við teirra egnu fyrireikingum og gerningum.

6.grein: Um hitt nýggja lýdnið

Somuleiðis læra tey, at henda trúgv eigur at bera góða frukt og gera góðar gerningar, ið Gud hevur fyriskipað eftir vilja sínum, og ikki fyri at vit skulu líta á, at vit við hesum gerningum verða rættvísgjørd fyri Gudi. Tí at syndanna fyrigeving og rættvísgering fáast við trúnni, sum eisini orð Krists vátta: “Tá ið tit hava gjørt alt hetta, skulu tit siga: Vit eru ónýtir tænarar,” Luk. 17,10. Hetta sama læra eisini kirkjufedrarnir. Tí Ambrosius sigur: “Hetta hevur Gud fyriskipað, fyri at tann, ið trýr á Krist, skal vera frelstur ikki við gerningum, men við trúnni eina, við tað at hann fær syndanna fyrigeving, hóast hann ikki hevur tað uppiborið.”

7.grein: Um kirkjuna

Somuleiðis læra tey, at tað altíð fer at vera ein heilag kirkja. Men kirkjan er samfelag teirra heilagu, har evangeliið verður boðað reint, og farið verður um sakramentini á rættan hátt. Til sanna einleika kirkjunnar er tað nóg mikið at vera samd um at boða evangeliið, og hvussu farið eigur at vera um sakramentini. Tað er ikki neyðugt, at tað allar staðir eru somu mannasiðir og halgisiðir ella kirkjusiðir, ið menniskju hava fyriskipað; sum Paulus sigur: “Ein trúgv, ein dópur, ein Gud og faðir at øllum o.s.fr.” (Ef. 4,5-6).

8.grein: Hvør er kirkjan?

Hóast kirkjan í roynd og veru er samkoma teirra heilagu og satt trúgvandi, so er tó loyvt at taka við sakramentum, ið givin verða av óndum menniskjum; tí í hesum lívi eru nógvir hyklarar og ring fólk blandað uppí. Tað er í samsvari við orð Krists: “Teir skriftlærdu og fariseararnir sita á stóli Mósesar o.s.fr.”,  Matt 23,2. Sakramentini og orðið eru virksom eftir fyriskipan og boði Krists, hóast tey verða givin av óndum menniskjum. Tey fordøma donatistar og teirra líkar, sum sýttu fyri, at loyvt var at brúka tænastu teirra óndu í kirkjuni, og hildu, at tænasta teirra var gagnleys og óvirksom.

9.grein: Um dópin

Um dópin læra tey, at hann er neyðugur til frelsu, og at Guds náði verður boðin í dópinum. Tí eiga børnini at verða doypt og fáa lut í Guds náði, eftir at tey í dópinum eru givin Gudi. Tey fordøma endurdoypararnar, sum vraka barnadópin og standa fast við, at børn verða frelst uttan dóp.

10.grein: Um kvøldmáltíð Harrans

Um kvøldmáltíð Harrans læra tey, at likam og blóð Harrans av sonnum eru har og verða givin teimum, ið njóta kvøldmáltíð Harrans; og teimum líkar illa tey, ið læra øðrvísi.

11.grein: Um skriftamálið

Um skriftamálið læra tey, at tað eigur at vera hildið fast við einstaklingaavloysingina, hóast tað ikki er neyðugt í skriftamálinum at rokna upp øll misbrot. Tí tað er kortini ógjørligt sambært sálminum: “Hvør kennir misbrotini?” Sl. 19,13.

12.grein: Um bótina

Um bótina læra tey, at tey, ið fallin eru eftir dópin, nær sum helst kunnu fáa fyrigeving syndanna, tá ið tey venda um, og at kirkjan eigur at geva slíkum avloysing, sum leita til bótina. Men í roynd og veru er bótin í tveimum pørtum: annar er angurin ella tann ræðsla, ið kemur á samvitskuna, tá ið syndin er viðgingin; hin er trúgvin, ið verður gitin av evangeliinum ella avloysingini, og sum trýr, at syndirnar verða fyrigivnar fyri Krists skuld, og sum uggar samvitskuna og fríar hana frá ræðsluni. Tínæst eiga at fylgja góðir gerningar sum fruktir av bótini. Tey fordøma endurdoypararnar, sum nokta fyri, at tey, ið einaferð eru rættvísgjørd, kunnu missa Heilaga Andan, og somuleiðis tey, ið halda uppá, at longu í hesum lívi fellur summum menniskjum ein slíkur fullkomileiki í lut, at tey als ikki kunnu synda.  Eisini verða novatianar fordømdir, sum sýttu falnum avloysing, tá ið tey eftir dópin leitaðu til skriftamálið. Eisini tey verða vrakað, sum ikki læra, at syndanna fyrigeving fæst við trúnni, men áleggja okkum at vinna okkum náðina við fulnaðargerningum okkara.

13.grein: Um at brúka sakramentini

Um sakramentini læra tey, at tey ikki eru innsett bert fyri at verða brúkt sum frámerki millum menniskju, men heldur fyri at tey skulu vera tekin og vitnisburður um Guds vilja móti okkum, givin at vekja og festa trúnna í teimum, sum brúka tey. Sakramentini eiga tí at verða brúkt soleiðis, at trúgvin, sum trýr lyftunum, ið verða givin og sýnd við sakramentunum fær lív.

14.grein: Um kirkjuligu skipanina

Um kirkjuligu skipanina læra tey, at eingin má læra alment í kirkjuni ella fara um sakramentini, uttan hann er kallaður á rættan hátt.

15.grein: Um kirkjusiðirnar

Um kirkjusiðirnar læra tey, at teir siðir eiga at verða varðveittir, ið kunnu varðveitast uttan synd, og sum tryggja frið og gott skil í kirkjuni, so sum ávísir halgidagar, vissar hátíðir og annað hesum líkt.Tó verða menniskju mint á, at tey ikki skulu lata hetta níva samvitskuna, sum var ein slík dýrkan neyðug til frelsu. Tey verða eisini mint á, at mannasiðir, fyriskipaðir at tekkjast Gudi, at vinna sær náðina og gera fulnað fyri syndina, eru ósambæriligir við evangeliið og trúarlæruna. Tí eru lyfti og siðir viðvíkjandi mati og døgum o.s.fr., fyriskipað at vinna náðina og gera fulnað fyri syndir gagnleys og ímóti evangeliinum.

16.grein: Um samfelagsviðurskiftini

Um samfelagsviðurskiftini læra tey, at lógfestar samfelagsskipanir eru Guds góðu gerningar, at loyvt er kristnum menniskjum at sita í almennum embætum, at vera dómarar, at døma í málum eftir keisaraligum og øðrum galdandi lógum,  at áseta (deyða)revsingar samsvarandi rættarreglum, at kríggjast rættvísliga, at gera hertænastu, at fáast við lógligan handilsskap, at eiga ognir, at gera eið eftir boðum frá yvirvaldinum, og at giftast. Tey fordøma endurdoypararnar, sum forbjóða kristnum menniskjum at gera hesar samfelagsligu skyldur. Tey fordøma eisini tey, sum siga, at evangeliski fullkomileikin er ikki gudsótti og trúgv, men at svíkja samfelagsligu skyldurnar, tí evangeliið lærir eina æviga rættvísi í hjartanum. Men evangeliið upploysir ikki samfelagið ella heimini, men krevur staðiliga, at tey verða varðveitt sum Guðs skipanir, og at kærleikin verður útintur í slíkum skipanum. Tí er tað neyðugt hjá kristnum menniskjum at vera yvirvaldinum og lógum tess lýðin, uttan so at tað gevur boð um at synda. Tá eiga tey at vera Gudi meir lýðin enn menniskjum. (Ápostlasøgan 5,29).

17.grein: Um Krists afturkomu til dóms

Somuleiðis læra tey, at Kristus skal koma til sjóndar við heimsins enda at døma, og at hann skal vekja upp øll tey deyðu. Teimum gudrøknu og útvaldu skal hann geva ævigt lív og áhaldandi gleði, men tey ógudiligu og djevlarnar skal hann fordøma at líða endaleysa kvøl. Tey fordøma endurdoypararnar, sum halda, at endi verður á revsingunum hjá teimum fordømdu menniskjunum og djevlunum. Tey fordøma eisini onnur, ið nú fara um við jødiskum hugsanum at undan uppreisn teirra deyðu skulu tey gudrøknu taka ræðið á heiminum, eftir at tey gudleysu allastaðni eru kúgað.

18.grein: Um hin fría viljan

Um hin fría viljan læra tey, at tann menniskjuligi viljin hevur eitt ávíst frælsi til at útinna eina samfelagsliga rættvísi og velja millum teir lutir, ið eru undirgivnir vit og skil. Men uttan Heilaga Andan er hann ikki mentur at fremja Guds rættvísi ella ta andaligu rættvísini, tí “eitt verðsligt menniskja tekur ikki ímóti tí, ið hoyrir Guds anda til”,  1. Kor. 2,14; men hon verður til í hjørtunum, tá ið tikið verður ímóti Heilaga Andanum gjøgnum orðið. Hetta sigur Augustin við eins nógvum orðum í 3. bók í Hypognosticon: “Vit viðganga, at øll menniskju hava ein frían vilja, ið ber orð fyri at hava gott skil; tó ikki so at hann uttan Gud er mentur at byrja, ella ið hvussu er, ikki at fullføra nakað av tí, ið hoyrir Gudi til, men bara gerningar, ið hoyra hesum lívi til, góðar ella ringar. Við “góðar” meini eg teir, sum stava frá tí góða í natúrini, so sum at vilja arbeiða í bønum, at vilja eta og drekka, at vilja eiga ein vin, at vilja hava klæði, at vilja byggja eini hús, at vilja giftast, at vilja halda neyt, at læra seg kynstur til ymiskt gott, stutt sagt at vilja alt gott, ið viðvíkur hesum lívi. Alt hetta verður ikki verandi uttan guddómliga stýring, tí at frá honum og við honum er tað, og var tað. Men við “ringar gerningar” meini eg slíkt, sum at vilja dýrka ein avgud, at forgera sær o.s.fr.”

19.grein: Um atvold syndarinnar
Um atvold syndarinnar læra tey, at hóast Gud skapar og uppiheldur natúrini, er tó atvold syndarinnar vilji teirra óndu, djevulsins og teirra gudleysu. Hjálpir Gud honum ikki, tá vendir hann sær frá Gudi, sum Kristus sigur: “Tá ið hann talar lygn, talar hann av sínum egna.” Jóh. 8,44.

20.grein: Um trúnna og góðar gerningar

Av órættum verða okkara menn skuldsettir fyri at forbjóða góðar gerningar. Tí bæði skriftir teirra um tey tíggju boðini, sum eru til skjals, og aðrar við sama evni vísa, at teir hava lært gagnliga um øll lívsins viðurskifti og skyldur, um hvørji lívsins viðurskifti og hvørjir gerningar, sum í einum og hvørjum kalli toknast Gudi. Áður gjørdu prædikumenn lítið av at læra um slíkt. Teir tóku bara fram barnsligar og óneyðugar gerningar, sum t.d. vissar høgtíðir, føstur, brøðraløg, pílagrímsferðir, halgimennadýrkan, rósukransar, klosturlív og tílíkt.

Hetta leggja mótstøðumenn okkara nú av eftir áminning frá okkum, og teir prædika ikki hesar óneyðugu gerningar so nógv sum áður. Teir eru eisini farnir at nevna trúnna, sum fyrr á løgnan hátt varð tagd burtur. Teir læra nú, at vit ikki einans verða rættvísgjørd av gerningum, men binda saman trúgv og gerningar og siga, at vit verða rættvísgjørd av trúgv og gerningum.

Henda læra er frægari enn hin fyrra, og hon kann veita størri ugga enn teirra gamla læra.  Av tí at læran um trúnna, sum eigur ovasta sess í kirkjuni, so leingi hevur ligið í gloymsku – øll mega ásanna, at í prædikum hevur verið steintøgn um trúarinnar rættvísi, og at einans læran um gerningarnar hevur verið havd á lofti í kirkjuni – hava prædikumenn okkara ámint kirkjuliðini um trúnna á henda hátt: Í fyrsta lagi: gerningar okkara kunnu ikki gera okkum sátt við Gud ella vinna okkum fyrigeving syndanna og náðina.

Hetta fáa vit einans við trúnni, tá ið vit trúgva, at vit fyri Krists skuld verða náðað. Tí hann er settur at vera einasti millummaður og einasta loysigjald, ið ger Faðirin sáttan við okkum. Tann, sum tí lítur á, at hann kann vinna sær náðina við gerningum, hann vanvirðir gerning Krists og náði hansara. Hann søkir sær ein veg til Guðs við menniskjuligum mátti, og ikki við Kristi, hóast Kristus hevur sagt um seg sjálvan: “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið.” Jóh. 14,6. Henda læra um trúnna verður viðgjørd allastaðni hjá Paulusi: “Tí av náði eru tit frelstir við trúgv, og tað er ikki av gerningum o.s.fr.” Ef. 2,8-9. Og eingin skal siga, at vit í spølni upphugsa eina nýggja tolking av Paulusi, tí alt hetta finna vit longu í vitnisburði fedranna.

Augustin verjir í mongum bókum náðina og trúarrættvísina móti virði gerninganna. Og ikki stórt øðrvísi lærir Ambrosius í De vocatione gentium ( um kall heidninganna) og aðrastaðni. Í De vocatione gentium tekum hann soleiðis til: “Endurloysningin við blóði Krists hevði verið vanvird, og kravið um menniskjuligar gerningar hevði ikki boygt seg fyri Guds miskunnsemi, um rættvísgeringin, sum fæst av náði, varð fingin við gerningum, ið gjørdir vóru frammanundan, so at hon ikki var gáva frá gevaranum, men løn hansara, ið arbeitt hevur.” Men hóast tey ókønu halda lítið um hesa læru, hava tó gudrøknar og óttafullar samvitskur gjørt ta sannroynd, at hon ber ríka troyst.

Tí samvitskurnar verða ikki uggaðar av gerningum, hvørjir teir so eru, men einans av trúnni, tá ið tær hava fingið vissu fyri, at tær fyri Krists skuld eru vorðnar sáttar við Gud, soleiðis sum Paulus lærir: “Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí frið við Gud”, Róm. 5,1. Henda læra má í síni heild setast í samband við tað stríð, sum hin skelkaða samvitskan stendur í, og tað er ikki gjørligt at skilja hana uttan hetta stríð. Tí er tað lítið vert, sum tey ókønu og verðsligu halda um hana; tey halda jú, at hin kristna rættvísin er ikki øðrvísi enn hin samfelagsliga ella heimspekiliga. Áður plágaði læran um gerningar samvitskurnar, og tær fingu ongan ugga av at hoyra evangeliið. Summi rak samvitskan út í oyðimørkina ella í klostrini, tí har vónaðu tey at kunna vinna sær náðina við klosturlívinum. Onnur finna upp á aðrar gerningar fyri at vinna sær náðina og gera fulnað fyri syndir sínar.

Tí var tað alneyðugt at taka fram hesa læru um trúnna á Krist og endurnýggja hana, fyri at skelkaðum samvitskum ikki skuldi vanta uggi, men at tær skuldu vita, at náðin og fyrigeving syndanna fáast við trúnni á Krist. Eisini verða menniskju mint á, at orðið trúgv í hesum føri ikki bert merkir søguligan kunnleika; hann hava tey ógudiligu og djevulin eisini. Men tað merkir ta trúgv, ið ikki bara trýr søguni, men eisini søgunnar ávirkan, tað er hesi grein: syndanna fyrigeving, at vit við Kristi eiga náði, rættvísi og fyrigeving syndanna. Tann, ið nú veit, at hann við Kristi eigur ein miskunnsaman Faðir, hann kennir av sonnum Gud; hann veit, at Gud hevur umsorgan fyri honum, og hann ákallar hann; stutt sagt: hann er ikki uttan Gud eins og heidningarnir.

Men djevlarnir og tey ógudiligu kunnu ikki trúgva hesi grein: syndanna fyrigeving. Tí hata tey Gud, sum var hann fíggindi, ákalla hann ikki, og vænta sær einki gott frá honum. Eisini Augustin minnir á henda hátt lesaran á orðið trúgv og lærir, at í Skriftini merkir orðið trúgv ikki ein kunnleiki sum tann, ið tey ógudiligu hava, men tað merkir álit, og hetta álit troystar ræðsluslignar sálir og reisir tær upp. Umframt hetta læra okkara menn, at tað er neyðugt at gera góðar gerningar, ikki í tí treysti, at vit við teimum skulu vinna okkum náðina, men tíð tað er Guds vilji. Men fyrigeving syndanna og náðina fáa vit einans við trúnni. Og av tí at Heilagi Andin fæst við trúnni, verða nú hjørtuni endurnýggjað og fáa eitt nýtt sinnalag, so tey kunnu gera góðar gerningar.

Soleiðis sigur Ambrosius: “Trúgvin er móðir at góða viljanum og rættvísu gerðini”. Tí uttan Heilaga Andan eru menniskjuligu kreftirnar fullar av ógudiligum lystum og ov veikar at avrika gerningar, ið eru góðir fyri Guðs ásjón. Eisini eru tær í djevulsins valdi, og hann eggjar menniskjum til alskyns syndir, til ógudiligar hugsanir, til opinberar misgerðir, soleiðis sum tað er til skjals hjá heimspekingunum. Hóast teir royndu at liva sum reiðiligir menn, vóru teir tó ikki førir fyri tí, men gjørdust fongdir við mangar opinberar misgerðir. Soleiðis gongst menniskjanum í veikleika sínum, tá ið tað er uttan trúgv og uttan Heilaga Andan og við menniskjuligum mátti eina roynir at hava tamarhald á sær sjálvum. Av hesum sæst týðiliga, at tað ikki er rætt at skuldseta hesa læru fyri at forbjóða góðum gerningum; men nógv heldur eigur hon rós uppiborið, tí hon vísir, á hvønn hátt vit kunnu gera góðar gerningar. Tí uttan trúnna kann menniskjuliga natúran á ongan hátt gera teir gerningar, sum fyrsta og annað boð krevja.

Uttan trúgv ákallar hon ikki Gud, væntar sær einki frá Gudi, tolir ikki krossin, men søkir sær menniskjuliga hjálp og lítur á hana. Tá ið trúgvin og álitið á Gud eru burtur, ráða ovurhugi og menniskjuligar ráðagerðir í hjartanum. Tí hevur eisini Kristus sagt: “Uttan meg kunnu tit als einki gera,” Jóh. 15,5. Og kirkjan syngur: “Uttan títt vald er einki í menniskjanum, einki, sum er uttan skuld.”

21.grein: Um halgimennadýrkan

Um halgimennadýrkan læra tey, at tað er loyvt alment at minnast halgimenni, til tess at vit skulu taka eftir trúgv og góðu gerningum teirra samsvarandi kalli okkara, á sama hátt sum keisarin kann taka Dávid sum fyrimynd í stríðnum at reka turkarnar úr føðilandinum, tí at báðir eru kongar. Men Skriftin lærir okkum ikki at ákalla halgimenni ella at søkja okkum hjálp hjá teimum, tí einans Krist setur hon fram sum millummann, sáttargerð, høvuðsprest og talsmann. Hann eiga vit at ákalla, og hann hevur lovað at hoyra bønir okkara, og honum líkar væl hesa dýrkan, at vit ákalla hann í hvørji neyð. “Um onkur syndar, tá hava vit ein talsmann hjá Gudi o.s.fr.” 1. Jóh. 2,1. Hetta er í stórum høvuðsinnihaldið í læru okkara, og sum tað sæst, er einki her, ið víkur frá Skriftini ella katólsku ella rómversku kirkjuni, soleiðis sum vit kenna hana frá  kirkjufedrunum. Og eftir hesum fella tí teir ómildan dóm, ið krevja, at prædikumenn okkara verða taldir millum ranglærarar.

Øll ósemjan er um nøkur fá misbrúk, ið uttan álítandi heimild hava sníkt seg inn í kirkjurnar. Og skuldi okkurt ósambæri verið á hesum øki við, so sømdi tað seg tó biskupunum at víst ein slíkan mildleika, at teir vegna trúarjáttanina, sum vit beint nú hava lisið upp, toldu prædikumenn okkara. Tí enn ikki kirkjulógirnar eru so strangar, at tær krevja somu siðir í øllum kirkjum. Tó verður meginparturin av gomlu siðunum gjølla hildin hjá okkum.

Tað er tí ein ósonn skuldseting, at allir halgisiðir, at allar gamlar fyriskipanir verða avløgd í okkara kirkjum. Men alment hevur verið funnist at, hvussu ávís misbrúk hingu við vanligu kirkjusiðirnar. Og av tí at tey ikki við góðari samvitsku kundu góðtakast, eru tey lutvíst rættað. Seinni partur av Augsburgsku trúarjáttanini (grein 22-28) Seinni partur av Augsburgsku trúarjáttanini (grein 22-28) hevur høvuðsyvirskriftina: “Greinar, har tey misbrúk verða viðgjørd, ið broytt eru.” Hesar greinar eru um siðir og siðvenjur, ið høvdu tikið seg upp í kirkjuni. Augsburgska trúarjáttanin í fullari longd saman við hinum trúarjáttanunum standa í bókini “Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar,” ið Hans Jacob Joensen fyrrv. biskupur týddi og forlagið Føroyskt kirkjumál gav út ár 2000. Niðanfyri eru nøkur brot úr hesum greinum.

22.grein: Um báðar lutirnar í sakramentinum

Báðir lutirnir í sakramentinum verða í kvøldmáltíð Harrans givnir leikfólkinum, tí at hesin siður er í samsvari við fyriskipan Harrans: “Drekkið allir harav,” Matt. 26,27. Her skipar Kristus týðiliga fyri, at øll skulu drekka av kalikinum.” ………

23.grein: Um hjúnalag prestanna …….

Tí at Guðs boð og Guds fyriskipan kann eingin menniskjulig lóg og einki lyfti seta úr gildi. Av hesum grundum læra prestarnir, at tað er loyvt teimum at giftast.  ………

24.grein: Um messuna ……..

Men um nú messan einans við at verða hildin strikar út syndirnar hjá livandi og deyðum, tá fæst rættvísgeringin av gerningi messunnar, ikki av trúnni; men tað samsvarar ikki við skriftina. …….

25.grein: Um skriftamálið ……..

Men um skriftamálið læra tey, at tað ikki er neyðugt at rokna upp misbrotini, heldur ikki eiga samvitskurnar at verða plágaðar av stúran fyri, um nú øll misbrot eru nevnd. Tí tað er ógjørligt at rokna upp øll misbrot, eins og staðfest verður í sálminum: “Hvør kennir misbrotini? “Sl. 19,13 og hjá Jeremia: “Mannahjartað er rangvørgt og órannsakandi”, Jer. 17,9. Vórðu einans tær syndir fyrigivnar, ið upproknaðar verða, tá høvdu samvitskurnar ongantíð fingið frið, tí tær hvørki síggja ella minnast flestu syndirnar.  …….

26.grein: Um mun á mati …….

Kirkjur okkara hava tí lært, at vit vinna okkum ikki náðina ella gera fulnað fyri syndirnar við at halda mannasiðir, og tí má eingin halda, at tílíkt siðahald er ein neyðug gudsdýrkan. …..

27.grein: Um klosturlyftini ……..

Og tað er, at ein og hvør gudsdýrkan, sum menn hava fingið í lag uttan Guds boð, og sum er útvald at útvega rættvísgering og náði uttan Guds boð, og sum er útvald at útvega rættvísgering og náði, er gudleys, sum eisini Kristus sigur: “Til einkis dýrka tey meg við mannaboðum,” Matt 15,9.  ……

28.grein: Um kirkjuliga valdið ……..

Men læra ella fyriskipa teir eitthvørt, sum er ímóti evangeliinum, tá hava kirkjuliðini eini boð frá Gudi um ikki at vera lýðin.  ……..