Arbeiðsdagur

Nú er tíðin komin til árliga arbeiðsdagin, so seti x í kallendaran 24. juni. Allar hendur kunnu brúkast 🙂

 Nærri kunning seinni.

Bubu vitjar

Sunnudagin kl. 17:00 kemur Bubu at hava familjumøti.

Aftaná eru øll boðin til ein nátturðabita.
Øll eru hjartaliga vælkomin 🙂

Familjumøti

Á familjumøtinum í morgin, kl.17:00, kemur Signar á Reynatrøð at siga okkum frá úr bíbliuni.

Í samband við at Kristiana og Jóhannes Finnsson fara til Tanzania sum trúboðarar, koma tey, heilt stutt, at greiða frá teirra komandi virksemi har.

Aftaná møti eru øll vælkomin til nátturða.

Hej verden!

Velkommen til WordPress. Dette er dit første indlæg. Ret eller slet det og begynd derefter at skrive!

Bøn og bíbliutími

Nú meðan vit eru í føstutíðini verður “bøn og bíbliutími”, sum plagar at vera mikudag flutt til mánadag kl 19:30

Týskvøldið 28.02

Marjan Kass Nielsen talaði út frá tekstinum í Matt. 5,17-20

Hon tosaði um at fariseararnir vóru fastgrógvnir í fedranna siðum og royndu at rættvísgera seg sjálvar gjøgnum lógina. Vit mugu ansa eftir at vit ikki gera tað sama.
Tað fellir lættari hjá okkum at sammeta okkum við onnur menniskju og harvið finna okkurt vit klára betri enn tey, enn at sammeta okkum við Guð, sum er heilagur og reinur, tí tá eru vit dumpaði áðrenn vit byrja.
Lógin kann ikki frelsa okkum, men hon vísir okkum á at vit hava tørv á frelsu. Hon fær okkum at rópa um hjálp.
Guð legði eina frelsuætlan til okkum og Efes. kap. 1 er ein lovsongur til Guðs um tað vit eiga í Jesusi.
Guð kann lata okkum í ein rættvísisbúna uttan mun til hvussu skitin vit kenna okkum. Hann kann reisa okkum upp og føra okkum heim.
 

Mánakvøld 27.02

Tað var ætlanin at Sólrun og Per skuldu hava møti í kvøld, men tey máttu tíverri geva avboð í seinastu løtu. Tíbetur kundi Regin Høgnesen koma í teirra stað.

Regin tosaði út frá Jóh. 3,36 “Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólíðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guðs verður verandi yvir honum.” Hann tosaði um tídningin av at stíga av gáttini og inn á tann smala vegin at fylgjast við Jesusi. At ein bústaður stendur klárur og bíðar eftir okkum til tá vit koma heim.
At enda vendi hann sær til tey sum hava valt at fylgjast við Jesusi, um at halda á at fylgjast við honum.

Familjumøti 26.02

Á familjumøtinum fingu vit vitjan av Sigrun, Leo Hans og Karin úr Sørvági.

Tey greiddu okkum frá um týdningin av at hava eitt reint hjarta, og hvussu Guð hyggur at hjartanum og ikki at tí sum er uttaná. Tey vístu ein leik, um tá ið Sámuel skuldi velja ein nýggjan kong, og at Guð segði við hann at “Guð hyggur jú ikki eftir tí, sum maður hyggur eftir; tí maður hyggur at tí, ið væl stendur í eygunum; men Guð hyggur at hjartanum” 1. Sám. 16,7c
At enda hoyrdu vit eina søgu um eina gentu, sum fór veksla pengar fyri pápa sín, og hon mundi brúkt eitt sindur av teimum at keypa eitt kinderegg fyri, men so kom hon í tankar um at tað ikki var rætt, tí tað vóru ikki hennara pengar, og fór heim til pápan við øllum pengunum.
×