Týskvøldið 28.02

Marjan Kass Nielsen talaði út frá tekstinum í Matt. 5,17-20

Hon tosaði um at fariseararnir vóru fastgrógvnir í fedranna siðum og royndu at rættvísgera seg sjálvar gjøgnum lógina. Vit mugu ansa eftir at vit ikki gera tað sama.
Tað fellir lættari hjá okkum at sammeta okkum við onnur menniskju og harvið finna okkurt vit klára betri enn tey, enn at sammeta okkum við Guð, sum er heilagur og reinur, tí tá eru vit dumpaði áðrenn vit byrja.
Lógin kann ikki frelsa okkum, men hon vísir okkum á at vit hava tørv á frelsu. Hon fær okkum at rópa um hjálp.
Guð legði eina frelsuætlan til okkum og Efes. kap. 1 er ein lovsongur til Guðs um tað vit eiga í Jesusi.
Guð kann lata okkum í ein rættvísisbúna uttan mun til hvussu skitin vit kenna okkum. Hann kann reisa okkum upp og føra okkum heim.
 

Mánakvøld 27.02

Tað var ætlanin at Sólrun og Per skuldu hava møti í kvøld, men tey máttu tíverri geva avboð í seinastu løtu. Tíbetur kundi Regin Høgnesen koma í teirra stað.

Regin tosaði út frá Jóh. 3,36 “Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólíðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guðs verður verandi yvir honum.” Hann tosaði um tídningin av at stíga av gáttini og inn á tann smala vegin at fylgjast við Jesusi. At ein bústaður stendur klárur og bíðar eftir okkum til tá vit koma heim.
At enda vendi hann sær til tey sum hava valt at fylgjast við Jesusi, um at halda á at fylgjast við honum.

Familjumøti 26.02

Á familjumøtinum fingu vit vitjan av Sigrun, Leo Hans og Karin úr Sørvági.

Tey greiddu okkum frá um týdningin av at hava eitt reint hjarta, og hvussu Guð hyggur at hjartanum og ikki at tí sum er uttaná. Tey vístu ein leik, um tá ið Sámuel skuldi velja ein nýggjan kong, og at Guð segði við hann at “Guð hyggur jú ikki eftir tí, sum maður hyggur eftir; tí maður hyggur at tí, ið væl stendur í eygunum; men Guð hyggur at hjartanum” 1. Sám. 16,7c
At enda hoyrdu vit eina søgu um eina gentu, sum fór veksla pengar fyri pápa sín, og hon mundi brúkt eitt sindur av teimum at keypa eitt kinderegg fyri, men so kom hon í tankar um at tað ikki var rætt, tí tað vóru ikki hennara pengar, og fór heim til pápan við øllum pengunum.

Missónsvikan 2017

Sunnudagin byrjar árliga missiónsvikan
Hetta plaga at vera sera ríkir og gevandi dagar, og gleða vit okkum at síggja nógv fólk.
Her er skráin:

Sunnudagin 26. februar

Kl. 17.00 Familjumøti

v/Sigrun og Leo Hans Mikkelsen

Innsavnan til sunnudagsskúlan

hjá Heimamissiónini

Nátturði verður aftaná

Mánadagin 27. februar

Kl. 19.30 Tala: Sólrun og Per Poulsen

Matt 5,13–16

Kór: Mansbólkur úr Rituvík

Týsdagin 28. februar

Kl. 19.30 Tala: Marjan Nielsen

Matt 5,17–20

Kór: KFUM & K-kórið úr Klaksvík

Mikudagin 1. mars

Kl. 18.00 Pizzamøti

Matt 5,43–48

Juniorar luttaka við sangi

Kl. 20.00 Føstugudstænasta

Hósdagin 2. mars

Kl. 19.30 Tala: Bergur Debes Joensen

Matt 6,19–24

Kór: Sola Gratia

 

Fríggjadagin 3. mars

Kl. 19.00 Tala: Petur Martin Glerfoss

Matt 7,22–23

Kór: Gøtu kirkju ungdómskór

Kl. 21.00 Tala: Ann Dahl Hansen

Matt 6,25–34

Kór og sangur: Ung skipa fyri

Leygardagin 4. mars

Kl. 10.00 Morgunmatur

Kl. 10.30 Bíbliutími v/Sólbjørg Símunarson

Evni: Strongd, týdningurin av einum

virknum andaktslívi

Kl. 19.00 Tala: Símun Persson Jacobsen

Matt 7,13–14

Kór: Taborkóri›

Innsavnan til Heimamissiónina

Barnaansing í Kvinnufelagshúsinum

Sunnudagin 5. mars

Kl. 11.00 Gudstænasta við altargongd

v/Meinhard Bjartalíð

Kl. 17.00 Tala: Símun Persson Jacobsen

Matt 7,24–27

Kór: Todos

Innsavnan til húsið

Barnaansing í Kvinnufelagshúsinum

Náttur›i verður aftaná

Møguleiki er at fáa taluna umsetta til enskt

Bønarløta veð›ur hvørt kvøld 45 min. áðrenn møtið

Drekka veð›ur hvørt kvøld aftaná møtið

Hjartaliga vælkomin!

Bønarløtur

Í samband við at missiónsvika verður í døgunum 26. feb. til 5. mars verður skipað fyri bønarløtum.

Mánadagin 20. feb kl. 20:00 hjá Rósalind Olsen á Rúnarvegi 21, Runavík
Týsdagin 21. feb. kl. 20:00 hjá Jensinu og Jónsvein Simonsen á Heiðavegi 64, Saltangará
Mikudagin 22. feb. kl. 19:30 í Missiónshúsinum á Glyvravegi 2, Glyvrar
Hósdagin 23. feb. kl 20:00 hjá Kirstin og Andreas Andreassen á Geilarvegi 4, Glyvrar
Fríggjadagin 24. feb. kl. 20:00 hjá Johild Finnsson á Klávusarvegi 2, Glyvrar
Leygardagin 25. feb. kl. 20:00 hjá Marju og Børge Lamhauge á Lambareiðisvegi 3, Lambareiði
Øll eru hjartaliga vælkomin til hesar bønarløtur

Junior avlýst

Junior er avlýst í dag vegna veđur

Vit síggjast aftur í næstu viku 🙂

“Friður” 2. jóladag

Kom og njót eina hugnaliga løtu við tónleiki og frásagnum 2. jóladag kl. 17

Tónleikaframførslur við kórinum Todos umframt Jóruni Pólsdóttir og Heðini Askham
Vitnisburðar við Jógvani Højgaard, og Pól Jákupi Hansen

Syngja jólini inn

Jólini verða sungin inn í Glyvra kirkju 3. sunnudag í advent, 11. des. kl. 17:00

Kirkjan bjóðar nátturða aftaná.

Leygardagin 19. novembur

Rolf Gunnar Heitmann frá Ísraelsmissiónini hevur undirvísingina og møti
kl. 15:00 Undervisning
Tema: Guds plan og Guds mysterium (Efes 2-3) Hvordan skal vi forstå vår og Israels rolle i Guds store frelsesplan?
kl. 16:30 Drekka
kl. 17:00 Undervisning
Tema: Jøde og kristen – en selvmotsigelse? Hva er spesielt med jesustroende jøder til forskjell fra andre kristne? Finnes det en messiansk-jødisk identitet? Hvem og hvor er de messianske jødene?
kl. 18:30 Náttverði
kl. 20:00 Møti
Tema: Guds utvalgte folk – hvem og hva er det? Hva innebærer det at Israel er Guds utvalgte folk.? Hvordan skal vi ikke jøder forstå og forholde oss til Israel som utvalgt folk? Er Israel og Kirken to forskjellige gudsfolk?
Drekka verður aftaná møti

Streingjakórið venur 10. novembur

Í sambandi við at tað verður skipað fyri sangmøti tann 27. november kl. 17.00 er avtala gjørd, at fáa streingjakórið at syngja hetta kvøldið. 

Øll sum hava sungið við streingjakórinum og onnur, kunnu koma at venja hósdagin 10. november kl. 19.30 í missiónshúsinum.

Á sangmøtinum luttekur eisini kórið TODOS.
×