Nýtt tiltak fyri familur við børnum

Nýtt tiltak í Glyvra Missiónshúsið fyri familjur við børnum.

Komandi mikudag 18. maj kl. 17:30 til 19:00 bjóða vit til eina hugnaløtu við døgurða.

Á skránnið verður barnavinarligur døgurði, sangur og hugni og kaffi omaná. Tiltakið er ókeypis.

Verðið hjartaliga vælkomin

Møtiskrá hesa vikuna

Fríggjakvøldið 2. Mai.
kl. 21:00 Ungdómsmøti

Sunnudagin 4. Mai.
kl. 12:30 Møti v/Frits Thomsen Drekkamuður verður aftan á møti.

Gávur til húsið 6460 1563574

Missónsvika 2022

Sunnudagin 27 februar byrjar árliga missiónsvikan. Hetta plaga at vera sera ríkir og gevandi dagar, og gleða vit okkum at síggja nógv fólk.

Kunning – avlýsing

Vegna høgu Korona smittu tølini verður einki møti komandi Sunnudagin 16 Jan. Eftir ætlan so byrja møtini aftur Sunnudagin tann 23 Jan. Harrin signi tykkum øllum.

Heilsan
Stýrið

Jólahugni

Komandi sunnudag er ætlanin at hava ein jólahugna.

Á skránni verður:

Kári P. Højgaard hugleiðir um jólini í ungdómsárunum.

Spurnakapping

Ung taka lut við sangi

Kaffi og mandlurís

Vælkomin :)

Í samband við at myndugleikarnir eru komnir við nýggjum tilmælum um at 20 fólk uttan koronapass og 100 við koronapassi kunnu møtast, koma vit við einari kunning.

Vit hava møti, ungdómsmøti og bíbliutíma sum ætlað.

Vit heita á tykkum, sum koma til tiltøk í missiónshúsinum, um at fylgja galdandi tilmælum.

Um koronustøðan broytist, verður kunnað á heimasíðuni og á Facebook.

Stýrið

Nú byrja vit aftur :)

Nú kunnu vit endiliga koma saman aftur.

Fríggjakvøldið kl. 21 verður eitt ungdómstiltak

Sunnudagin kl. 17 verður møti við fríum vitnisburði og bøn.

Tekniborð er til børnini

Kunning um JAM og barnakórið kemur seinni

Øll eru hjartaliga vækomin

Heldur eingi tiltøk hesa vikuna

Vit hava valt at fylgja somu støðu, sum fólkakirkjan hevur tikið, við ikki at samlast hesa vikuna.

Nýggj kunning kemur mánadagin 15. novembur

Stýrið

×