Trúðarjáttan

Ein trúarjáttan greiður í stuttum frá, hvat kristna trúgvin snýr seg um. Longu afturi í fornkirkjuni vóru fleiri trúarorðingar, ið vóru nýttar í ymiskum kirkjuliðum tá á døgum. Mett verður at elsta trúarjáttanin, tann Ápostólska, fekk sítt orðaljóð longu fyri ár 200 e. Kr.

Evangelska lutherska trúarjáttanin hjá fólkakirkjuni hevur 5 játtanarrit:

  • Ápostólska trúarjáttanin Les her
  • Nicenska-konstantinopolitianska trúarjáttanin Les her
  • Athanasianska trúarjáttanin Les her
  • Augsburgska játtanin Les her
  • Luthers lítla katekismus Les her

Tvær tær síðstu stava frá Luthersa døgum, meðan hinar eru eldri og vera brúktar av fleiri ymiskum kirkjusamfeløgum.

(Kelda: Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar eftir Hans Jacob Joensen, fyrrv. biskup í 2000.)