Í samband við at vit byrja tiltøkini aftur týsdagin 1. septembur, fara vit at hava útsetta arbeiðsdagin leygardagin 5. sept.
Vit byrja við morgunmati kl. 9:30.
Vit fara at arbeiða inni og úti, mála, rudda, vaska… so um tú hevur onkur hent amboð ella t.d. spann og lappar, er tú vælkomin at taka tað við.
Á middegi fáa vit eisini ein góðan bita.
Vit enda dagin um 16 tíðina, men tað ber eisini til at vera við um tú bara hevur eina løtu.
Vit fara øll at hjálpast at, við at halda tilmælini um frástøðu og reinføri 🙂
Vónandi verða nógvar glaðar og arbeiðssamar hendur við leygardagin 5. septembur