Marjan Kass Nielsen talaði út frá tekstinum í Matt. 5,17-20
Hon tosaði um at fariseararnir vóru fastgrógvnir í fedranna siðum og royndu at rættvísgera seg sjálvar gjøgnum lógina. Vit mugu ansa eftir at vit ikki gera tað sama.
Tað fellir lættari hjá okkum at sammeta okkum við onnur menniskju og harvið finna okkurt vit klára betri enn tey, enn at sammeta okkum við Guð, sum er heilagur og reinur, tí tá eru vit dumpaði áðrenn vit byrja.
Lógin kann ikki frelsa okkum, men hon vísir okkum á at vit hava tørv á frelsu. Hon fær okkum at rópa um hjálp.
Guð legði eina frelsuætlan til okkum og Efes. kap. 1 er ein lovsongur til Guðs um tað vit eiga í Jesusi.
Guð kann lata okkum í ein rættvísisbúna uttan mun til hvussu skitin vit kenna okkum. Hann kann reisa okkum upp og føra okkum heim.