Nýgg kunning 8. novembur

Sum støðan er, er ikki ráðiligt at vit hava nøkur tiltøk hesa vikuna.

Vit hava nýggja kunning mánadagin 8. novembur

Stýrið

Talurnar hjá Gordon Tobiasen

Her eru talurnar, sum Gordon Tobiasen hevði tá hann var og vitjaði á Glyvrum 20.-22. og í Klaksvík 24. august 2021

Avlýsing

Øll tiltøkini hesa vikuna eru avlýst.

Nýggj kunning kemur mánadagin 1. novembur.

Morguncaféin byrjar aftur

Hósmorgunin kl 10-12 verður vælumtókta morguncaféin aftur

Vit fáa ein góðan drekkamunn við morgunmati, hugnaligari samveru og einum uppbyggjandi orði

Ver hjartaliga vælkomin

Søgur úr Tansania – útsett


Vegna forfall eru “Søgur úr Tansania” útsettar til seinni.
Í staðin tekur Jóhannes lut við vitnisburði og sangi 🙂

Tiltak í Klaksvík týsdagin

Vegna tiltak við Gordon Tobiasen í Emmaus í Klaksvík týsdagin kl. 20 hava vit valt at avlýsa bíbliutíman týsdagin 24. aug.
Bíblutími verður aftur týsdagin 31. august kl. 19:30. Tá lesa vit Efesus kap. 5

Vikuskiftismøtir við Gordon Tobiasen

Vikuskiftið 20.-22. august verða vikuskiftismøtir við Gordon Tobiasen

Fríggjakvøldið
kl. 19:30 Profetiska orðið og Ísrael
Sangframførsla: Taborkórið

Leygardagin
kl. 14:00 Samkoman/kirkjan og Jesu afturkoma
kl. 19:30 Tíðartekin undan Jesu afturkomu
Sangframførsla: Jan Jacobsen og Jórun Pólsdóttir
Innsavnan til Missiónshúsið

Sunnudagin
kl. 17:00 Ísrael og Jesu afturkoma
Sangframførsla: Systkini Steinhólm
Innsavnan til Ordet og Israel í Norra

Øll eru hjartaliga vælkomin

Bøn fyri lokaløkinum

Bøn fyri Runavík, Saltangará, Gyvrum og Lamba

Ein uppmuntring til okkum, sum ganga í Missiónshúsinum á Glyvrum, at vit komandi týskvøldini koma saman, at biðja fyri teimum 4 bygdunum. Biðið verður á ávísum støðum í hesum bygdum.

Yvirlit yvir økini:

Týskvøldið 6. juli møtast á Lambareiði

Týskvøldið 13. juli møtast við Barnagarðin á Mýrunum

Týskvøldið 20. juli møtast við skúlan við Løkin

Týskvøldið 27. juli møtast við Glyvra Skúla

Týskvøldið 3. august møtast við kommunuskrivstovuna 

Týskvøldið 9. august møtast á Høgaleiti 

Bønarevnir (uppskot)

  • Biðja fyri teimum, sum eru vald inn í Kommununa
  • Biðja fyri leiðslu, lærarum og skúlunum
  • Biðja fyri barnagørðunum
  • Biðja um at likam Guds skal virka sum eitt sunt likam í einleika
  • Biðja um veking og at ein nýggj hvítusunnu úthelling, skal koma yvir allar bygdirnar
  • Biðja um at øll søla av rúsevnum verður avdúkað, og fyri teimum, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum, at tey mugu verða loyst
  • Biðja ímóti øllum andaligum virksemi, sum ikki er av Gudi

Onnur bønarevnir:

1. At vit biðja Guð um náði og fyrigeving fyri okkara syndir. Syndir, sum fólk okkara hava gjørt ímóti Guðs boðum m.a. hjúnabandslógin, hjúnaskilnaður, fosturtøkur, hugmóð og ta vantrúgv, sum er í fólki okkara

2. At vit biðja Guð um at vit finna náði hjá honum. Biðja eftir, at lyftini, sum standa í 2. Krýn 7, koma at henda, at Guð kemur at grøða okkara land (fólk) í Jesus navni

Orðið sigur í 2. Krýn kap. 7

v11 Tá ið nú Sálomon var liðugur at byggja hús Guðs og kongshøllina, og alt, sum hann hevði havt í hyggju at gera við hús Guðs og høll sína, var væl úr hondum greitt, v12  tá birtist Harrin fyri Sálomoni á náttartíð og segði við hann: »Eg havi hoyrt bøn tína og havi útvalt mær henda stað til offurhús. v13  Tá ið eg lati himinin aftur, so at einki regn kemur, ella eg bjóði ongsprettum at eta upp landið, ella eg lati drepsótt ganga á fólk mítt, v14  og um fólk mítt, sum navn mítt er nevnt yvir, tá bønandi fellur á knæ og søkir ásjón mína og víkur frá vándu vegum sínum, tá vil eg bønhoyra tey á himni og fyrigeva syndir teirra og grøða land teirra.

Jeramia 23.v29  Er ikki orð mítt eins og eldur, sigur Harrin, eins og hamari, sum klývur klettar?

Hebr 11.v6 Men uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast honum; tí at tann, sum kemur fram fyri Guð, eigur at trúgva, at hann er til, og at hann lønar teimum, sum leita til hansara.

×