Vegna forfall eru “Søgur úr Tansania” útsettar til seinni.
Í staðin tekur Jóhannes lut við vitnisburði og sangi 🙂
Vegna forfall eru “Søgur úr Tansania” útsettar til seinni.
Í staðin tekur Jóhannes lut við vitnisburði og sangi 🙂
Vegna tiltak við Gordon Tobiasen í Emmaus í Klaksvík týsdagin kl. 20 hava vit valt at avlýsa bíbliutíman týsdagin 24. aug.
Bíblutími verður aftur týsdagin 31. august kl. 19:30. Tá lesa vit Efesus kap. 5
Vikuskiftið 20.-22. august verða vikuskiftismøtir við Gordon Tobiasen
Fríggjakvøldið
kl. 19:30 Profetiska orðið og Ísrael
Sangframførsla: Taborkórið
Leygardagin
kl. 14:00 Samkoman/kirkjan og Jesu afturkoma
kl. 19:30 Tíðartekin undan Jesu afturkomu
Sangframførsla: Jan Jacobsen og Jórun Pólsdóttir
Innsavnan til Missiónshúsið
Sunnudagin
kl. 17:00 Ísrael og Jesu afturkoma
Sangframførsla: Systkini Steinhólm
Innsavnan til Ordet og Israel í Norra
Øll eru hjartaliga vælkomin
Bøn fyri Runavík, Saltangará, Gyvrum og Lamba
Ein uppmuntring til okkum, sum ganga í Missiónshúsinum á Glyvrum, at vit komandi týskvøldini koma saman, at biðja fyri teimum 4 bygdunum. Biðið verður á ávísum støðum í hesum bygdum.
Yvirlit yvir økini:
Týskvøldið 6. juli møtast á Lambareiði
Týskvøldið 13. juli møtast við Barnagarðin á Mýrunum
Týskvøldið 20. juli møtast við skúlan við Løkin
Týskvøldið 27. juli møtast við Glyvra Skúla
Týskvøldið 3. august møtast við kommunuskrivstovuna
Týskvøldið 9. august møtast á Høgaleiti
Bønarevnir (uppskot)
Onnur bønarevnir:
1. At vit biðja Guð um náði og fyrigeving fyri okkara syndir. Syndir, sum fólk okkara hava gjørt ímóti Guðs boðum m.a. hjúnabandslógin, hjúnaskilnaður, fosturtøkur, hugmóð og ta vantrúgv, sum er í fólki okkara
2. At vit biðja Guð um at vit finna náði hjá honum. Biðja eftir, at lyftini, sum standa í 2. Krýn 7, koma at henda, at Guð kemur at grøða okkara land (fólk) í Jesus navni
Orðið sigur í 2. Krýn kap. 7
v11 Tá ið nú Sálomon var liðugur at byggja hús Guðs og kongshøllina, og alt, sum hann hevði havt í hyggju at gera við hús Guðs og høll sína, var væl úr hondum greitt, v12 tá birtist Harrin fyri Sálomoni á náttartíð og segði við hann: »Eg havi hoyrt bøn tína og havi útvalt mær henda stað til offurhús. v13 Tá ið eg lati himinin aftur, so at einki regn kemur, ella eg bjóði ongsprettum at eta upp landið, ella eg lati drepsótt ganga á fólk mítt, v14 og um fólk mítt, sum navn mítt er nevnt yvir, tá bønandi fellur á knæ og søkir ásjón mína og víkur frá vándu vegum sínum, tá vil eg bønhoyra tey á himni og fyrigeva syndir teirra og grøða land teirra.
Jeramia 23.v29 Er ikki orð mítt eins og eldur, sigur Harrin, eins og hamari, sum klývur klettar?
Hebr 11.v6 Men uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast honum; tí at tann, sum kemur fram fyri Guð, eigur at trúgva, at hann er til, og at hann lønar teimum, sum leita til hansara.
Á møtinum í dag talar Atli Rasmussen
Tekniborð er til børnini
Vegna broyttu tilmælini, er møtið í morgin, 6. juni avlýst
Til ber at fylgja við beinleiðis netmøti á www.tabor.fo kl. 14:00
Á møtinum kl. 17 í morgin talar Marja Lamhauge
Tekniborð er til børnini
Umsett verður til enskt um onkur ynskir tað
Vit fáa at síggja fram ímóti vikuskiftinum nær vit møtast aftur
Gleðiliga Hvítusunnu øll somul
Í morgun hoyra vit at landslæknin mælir til at øll almenn tiltøk verða avlýst í dag. Tí verður einki møti í Missiónshúsinum í dag.
Á tabor.fo ber til at fylgja við møtinum, sum verður stroymt kl. 14:00
Vit hava møti kl. 17 bæði Hvítusunnudag og 2. Hvítusunnudag
Tað verður formaðurin hjá okkum Jeffri Johannesen, sum talar báðar dagarnar.
Verið hjartaliga vælkomin at hátíðarhalda Hvítusunnuna saman við okkum