Nær byra vit aftur?

Tað vera tíverri heldur eingi tiltøk hesa vikuna, men um koronatilmælini loyva tí verður møti aftur sunnudagin 17. januar kl. 17

Høgtíðin í missiónshúsinum

Í dag kl. 17 verður møti við Rúna Johansen

Orsaka av koronastøðuni er hetta seinasta møti/tiltak hesa høgtíðina.

Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og Harrans signing.

Nærri kunning verður nær møti verður fyrst í komandi ári.

Eingin bíbliutími vegna val

Eingin bíbliutími verður í kvøld vegna kommunuval.

Næsta týsdag kemur Sverri Steinhólm at undirvísa í boðunum.

Stórmøti 2020

Í ár verða stórmøtini á netinum.

Vit samlast í missiónshúsinum um hesi tiltøk:

fríggjkvøldið kl. 19:30 Stórmøti

fríggjakvøldið kl. 22:00 Ungdómsløta

leygarkvøldið kl. 19:30 Stórmøti

sunnudagin kl. 14:00 Simba Hitt

sunnukvøldið kl. 18:00 Stórmøti

Sí nærri skrá á trubodin.fo

Bíbliutími 20. okt 2020

Í annaðkvøld, og næsta týskvøld, verður tað Olga Magnussen, sum undirvísir um Ísrael

Vit byrja kl. 19:30 við undirvísing, og enda við bønarløtu.

Bíbliutími í annaðkvøld

Bíbliutími og bønarløta verður týskvøldið kl. 19:30

Elisabeth Poulsen hevur um Ezek. 37,1-15

Øll eru hjartaliga vælkomin

Bíliutími í annaðkvøld

Bíbliutími og bønarløta verður í annaðkvøld

Alfred Olsen hevur bíbliutíman saman við okkum.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Arbeiðsdagur 5. sept. 2020

Í samband við at vit byrja tiltøkini aftur týsdagin 1. septembur, fara vit at hava útsetta arbeiðsdagin leygardagin 5. sept.

Vit byrja við morgunmati kl. 9:30.

Vit fara at arbeiða inni og úti, mála, rudda, vaska… so um tú hevur onkur hent amboð ella t.d. spann og lappar, er tú vælkomin at taka tað við.

Á middegi fáa vit eisini ein góðan bita.

Vit enda dagin um 16 tíðina, men tað ber eisini til at vera við um tú bara hevur eina løtu.

Vit fara øll at hjálpast at, við at halda tilmælini um frástøðu og reinføri 🙂

Vónandi verða nógvar glaðar og arbeiðssamar hendur við leygardagin 5. septembur

Øll tiltøk avlýst restina av mánaðinum

Vit hava tikið avgerð um at avlýsa øll tiltøk restina av mánaðinum. Vit byrja aftur týsdagin 1. septembur.

Latið okkum vera biðjandi fyri samfelagnum og teimum, sum eru rakt av korona. Latið okkum eisini minnast til teirra, sum stúra vegna óvissuna um teirra egnu støðu ella støðuna hjá einum av teirra kæru.

Stýrið

×