Beinleiðis stroyming

Her er leinkjan til beinleiðis stroyminina

https://lm.facebook.com/l.php?u=https%3A%2F%2Ffb.watch%2F42fH9wnhh8%2F%3Ffbclid%3DIwAR1Za377ujrYHzefjMBI0pbrshIjQsrEhsSsKZYS27E6Sk3vlvsVE3mGdTU&h=AT2jJQ_Yjc59-cbG6934d4wMstuZf17yiygoHGw2PJl-e94W7NhEy02FilKlGZzWEm3gwWfkvtPukCdRhnn2RqX3Lo6ljoR6uNctwf-dH-mMlw-zJ3vpWmFwj9VGPv08GGTQuOpTd5rF6BnyBTa4ee4

Missiónsvikan 2021

Hóskvøldið hevur Janus Thomsen andakt og sunnudagin 7. mars syngur barnakórið í húsinum árenn tey fara í barnaansing.

Bøn fyri missiónsvikuni hvørt kvøld í vikuni kl. 20-21

Mánakvøldið 22. feb. hjá Johild og Torfinni á Klávusarvegi 2, á Glyvrum

Týskvøldið 23. feb, í missiónshúsinum í samband við bíbliutíman

Mikukvøldið 24. feb. hjá Morid og Jeffri á Heygnum 3 í Lamba

Hóskvøldið 25. feb. í missiónshúsinum

Fríggjakvøldið 26. feb. hjá Olgu og Tórfríði á Lambavegi 15 í Lamba

Leygarkvøldið 27. feb. hjá Marju og Børge á Lambareiðisvegi 3 á Lambareiði

Visiónsmøti

Í morgin kl. 17 verður visiónsmøti. Júst hvat tað inniber mugu vit møta upp og finna út av.

Tekniborð er til børnini og umsett verður til enskt, um onkur ynskir tað.

Aftaná møti verður nátturði.

Barnakór byrjar týsdagin kl. 17

Týsdagin kl. 17-17:45 venur barnakór í missiónshúsinum.

Er tú barn og hevur hug at syngja saman við øðrum, so er tú vælkomin 🙂

Vit fara at syngja kendar sangir og eisini at læra onkrar minni kendar.

Vit gleða okkum at síggja teg 😉

Morguncafé verður hósdagin kl. 10

Eftir ein longri steðg verður morguncaféin aftur hósdagin kl. 10-12

Kári P. Højgaard og Bill Justinussen verða við.

Ein góður morgunmatur verður at fáa.

Møti verður sunnudagin :)

Vit kunnu nú gleðast um at vit kunnu samlast aftur.

Sunnudagin 17. jan. kl. 17 talar Jeffri Johannesen, okkara nýggi formaður.

Vit gleða okkum at vera saman við tær 🙂

Nær byra vit aftur?

Tað vera tíverri heldur eingi tiltøk hesa vikuna, men um koronatilmælini loyva tí verður møti aftur sunnudagin 17. januar kl. 17

Høgtíðin í missiónshúsinum

Í dag kl. 17 verður møti við Rúna Johansen

Orsaka av koronastøðuni er hetta seinasta møti/tiltak hesa høgtíðina.

Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og Harrans signing.

Nærri kunning verður nær møti verður fyrst í komandi ári.

×