Arbeiðsdagur 5. sept. 2020

Í samband við at vit byrja tiltøkini aftur týsdagin 1. septembur, fara vit at hava útsetta arbeiðsdagin leygardagin 5. sept.

Vit byrja við morgunmati kl. 9:30.

Vit fara at arbeiða inni og úti, mála, rudda, vaska… so um tú hevur onkur hent amboð ella t.d. spann og lappar, er tú vælkomin at taka tað við.

Á middegi fáa vit eisini ein góðan bita.

Vit enda dagin um 16 tíðina, men tað ber eisini til at vera við um tú bara hevur eina løtu.

Vit fara øll at hjálpast at, við at halda tilmælini um frástøðu og reinføri 🙂

Vónandi verða nógvar glaðar og arbeiðssamar hendur við leygardagin 5. septembur

Øll tiltøk avlýst restina av mánaðinum

Vit hava tikið avgerð um at avlýsa øll tiltøk restina av mánaðinum. Vit byrja aftur týsdagin 1. septembur.

Latið okkum vera biðjandi fyri samfelagnum og teimum, sum eru rakt av korona. Latið okkum eisini minnast til teirra, sum stúra vegna óvissuna um teirra egnu støðu ella støðuna hjá einum av teirra kæru.

Stýrið

Møti við Jóhannes og Kristianu

Í dag kl. 17:00 verða Jóhannes og Kristiana við okkum á netinum. Tey eru stødd í Tansania, har Jóhannes arbeiðir sum lærari og Kristiana sum vegleiðari.

Vit fara eisini at syndja saman og møguligt verður at avleggja ein vitnisburð.

Open Doors/Åbne døre

Í annaðkvøld kl. 19:30 (tá bíbliutímin vanliga er) kemur Andreas Nýggjagarð frá Open Doors at greiða frá arbeiðinum. Møguligt verður eisini at gera viðmerkingar og spyrja spurningar

Nú byrja vit aftur

Nú tað kunnu samlast fleiri fólk, í sama høli, fara vit at byrja aftur. MEN alt verður eitt sindur øðrvísi. Vit hava tikið flestu stólarnar burtur, og stilla restina vit 2 m frástøðu, so vit sita ein og ein. Tey, sum eru úr sama húski kunnu sjálvandi sita saman.

í kvøld (týskvøld) kl. 19:30 verður bíbliutími

Fríggjakvøldið verður opið hús kl. 21

Sunnudagin kl. 17 verður møti við Frits Thomsen

Avlýsing

Í samband við at myndugleikarnir hava heitt á okkum, um at seta á pausu, hava vit valt at avlýsa øll tiltøk í missiónshúsinum fyribils til og við 29. mars. Tvs. 29. mars er heldur einki møti.

www.trubodin.fo sendir møti beinleiðis sunnudag kl. 18

Eisini liggja fleiri talur á www.mission.fo og kirkjugongdir og andaktir liggja á www.kvf.fo

Vit vilja samstundis heita á øll um at standa saman við okkum í bøn um vísdóm og verju fyri landi, fólki, myndugleikum og heiminum sum heild.

Endalig skrá fyri missiónsvikuna 2020

SUNNUDAGIN 1. MARSkl. 17:00 FamiljumøtiOrðið: Mariann Poulsen Garðalíð Framførsla: Barnakór úr KFUM & K
MÁNADAGIN 2. MARS
kl. 18:00 Døgurði
Húsið verður 45 ár
Andakt: Olga Magnussen Framførðsla: Streingjakórið
Kári P. Højgaard greiðir frá

TÝSDAGIN 3. MARS
kl. 19:00 Møti á Ellisheiminum
Andakt: Árni Kjærbæk
Framførsla: Skálakórið

MIKUDAGIN 4. MARS
kl. 18:00 Pizzamøti
Orðið: Rósa Danielsen

kl. 20:00 Føstugudstænasta
Prestur: Jonhard Jógvansson

HÓSDAGIN 5. MARS
kl. 19:30 Sangmøti
Framførslur: Tummas Eivind Hansen,
Systkin á Høgabóli, Terje Vestergaard
og Sonja Jacobsen
Andakt: Joan Niclassen

FRÍGGJADAGIN 6. MARS
kl. 20:00 Møti v/ fríum vitnisburði
Tala: Pól Johannessen
Evni: Hví Jesus?
Framførsla: Anton Liljedal

LEYGARDAGIN 7. MARS
kl. 10:00 Morgunmatur og bíbliutími
Undirvísari: Torleif Johannessen
Evni: Nær er trúgvin nóg stór?

kl. 19:00 Møti v/ fríum vitnisburði
Tala: Ann Dahl Hansen
Evni: Jesus og/ella tað alternativa
Framførsla: Tabitha
Barnaansing í kvinnufelagshúsinum
Innsavnan til Heimamissiónina

SUNNUDAGIN 8. MARS
kl. 11:00 Kirkjugongd við altargongd
Prestur: Meinhard Bjartalíð

kl. 17:00 Møti v/ fríum vintisburði

Tala: Alfred Petersen
Evni: Áps. 4, 12
Framførsla: Streingjakórið
Barnaansing í kvinnufelagshúsinum
Innsavnan til húsið

Nýggj heimasíða

Endiliga er nýggja heimasíðan hjá okkum komin út. Vónandi verða vit øll glað fyri hana.

Blákross møti

Í dag kl 16:30 hevur Blákross felagið á Glyvrum aðalfund. Øll eru vælkomin. Limir hava atkvøðurætt.

kl 17:00 verður Blákross møti.

Dakko hevur eitt orð til okkum og leiðarin á umsorganarheiminum greiðir frá.
MC Restorf framførir saman við einum búfólki á umsorganarheiminum og streingjakórið syngur eisini.
Aftaná møti er ein góður drekkamunnur niðri undir.
Øll eru vælkomin til tiltøkini. 

Ávegis skrá fyri missiónsvikuna 2020

Missiónsvikan 01.03 – 08.03.20

Yvirskrift: Hví Jesus?

Sunnukvøld, kl 17.00

Familjumøti

Orð: Marian Poulsen Garðalíð

Kór: barnakór úr KFUM & K

Mánakvøld, kl 18.00

Døgurði v/ andakt

Týskvøld, kl 19.00

Ellisheimið v/ andakt og sangi

Andakt: Árni Kjærbæk

Framførðsla: Skálakórið

Mikukvøld, kl 18.00

Pizzamøti

Hóskvøld, kl 19.30

Sangmøti

Teddy Petersen

Terjé og Sonja


 

Fríggjakvøld, kl 20.00

Møti við talu og fríum vitnisburði

Tala: Pól Johannesen

Evni: Hví Jesus?

Leygarmorgun, kl 10.00

Morgunmatur og bíbliutími

Undirvísari: Torleif Johannessen

Evni: nær er trúgvin á Jesus nóg stór?

Leygarkvøld, kl 19.00

Møti v/ fríum vitnisburði

 

Tala: Ann Dahl Hansen

Barnaansing í kvinnufelagshúsinum

Sunnukvøld, kl 17.00

Møti v/ fríum vintisburði

Tala: Alfred Petersen

Evni: Áps. 4, 12

Streingjakórið syngur

Barnaansing í kvinnufelagshúsinum

×