møtiskrá februar og mars

Missións -og ungdómshúsið á Glyvrum

Skrá fyri møtir sunnudag kl. 17

februar og mars 2020

02.02 Alfred Olsen talar

Evni: Noomi

09.02 Blákrossmøti

Dakko Petersen talar

Innsavnan til Bláakross

16.02 Ragnhard Petersen talar

Evni: lærusveinaskapur

Møguligt at spyrja spurningar

Innsavnan til KFS

23.02 Jóhan Henriksen talar

Evni: Jósef

Missiónsvika 01.03 Familjumøti við Mariann P. Garðalíð

Barnakórið í KFUM&K syngur

08.03 Alfred Petersen talar

Evni: Aps. 4,12

Streingjakórið syngur

15.03 Jørmund Foldbo talar

Evni: Job

22.03 Krista Magnussen talar
29.03 Familjumøti

Kristianna og Súsanna vísa myndir og greiða frá túri í Kenya

Verið hjartaliga vælkomin

Jólafest

Jólafestin fyri vaksin verður sunnukvøldið 29. des. kl. 18

Vit byrja við at syngja saman og fáa ein góðan nátturðabita.
Dagny og Jógvan greiða frá og hava andakt.
Streingjakórið syngur, og spurnakapping og burturluting verða eisini.
Kom og njót eina hugnaliga løtu í góðum selskapi.

Morgun café

Hósdagin 12. sept. kl. 10-12 verður væl umtókta morgun caféin aftur. Kom inn á gólvið og fá tær ein góðan drekkamunn og hugnaliga samveru 🙂

Sunnudagin 15. septembur

Sunnudagin fáa vit áhugaverda vitjan av brother Clifford. Hann hevur ofta verið í Føroyum og ferðast við eyðkenda “Jesus” bussinum. Amaliel og Simoni syngja. Ver vælkomin og bjóða onkrum við. Talan verður umsett til føroyskt

bíbliutími 27. aug.

Týsdagin kl. 19:30 kemur Thurid Brend at vitja. Hon fer at tosa um okkara myndugleika sum trúgvandi. Hon greiðir eisini frá ymiskum persónligum upplivingum.

Sunnudagsskúli í høllini

Í samband við at tað er eystanstevna vikuskifti 14.-16. juni, skipa vit, saman við hinum samkomunum í økinum, fyri einum sunnudagsskúla í høllini.

Vit hava fingið pallin ein hálvan tíma. Í komandi viku fáa vit at vita hvat klokkan tað verður.

Einki møti sunnudagin 12. mei

Í samband við at Kór Glyvra kirkju hevur jubileumskonsert, verður einki møti í missiónshúsinum.

Húsið verður tó opið millum kl. 17 og 18.
Øssur Kjølbro, sum skuldi tala á møtinum, talar í staðin sunnudagin 16. juni

Arbeiðsdagur 11.05.19

Leygardagin 11.05.19 fara vit at hava árliga arbeiðsdagin. Vit byrja kl. 9:30 við morgunmati.

Vit fara m.a. at mála, vaska, smíða og ruddað.
Allar henddur eru vælkomnar, soooo hevur tú 1 tíma ella allan dagin? kom og verð við.
Á middegi fáa vit døgverða.
Vit vænta at halda á eitt sindur út á seinnapartin.
×