Tað var ætlanin at Sólrun og Per skuldu hava møti í kvøld, men tey máttu tíverri geva avboð í seinastu løtu. Tíbetur kundi Regin Høgnesen koma í teirra stað.
Regin tosaði út frá Jóh. 3,36 “Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólíðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guðs verður verandi yvir honum.” Hann tosaði um tídningin av at stíga av gáttini og inn á tann smala vegin at fylgjast við Jesusi. At ein bústaður stendur klárur og bíðar eftir okkum til tá vit koma heim.
At enda vendi hann sær til tey sum hava valt at fylgjast við Jesusi, um at halda á at fylgjast við honum.