Eingin bíbliutími verður í kvøld vegna kommunuval.
Næsta týsdag kemur Sverri Steinhólm at undirvísa í boðunum.
Eingin bíbliutími verður í kvøld vegna kommunuval.
Næsta týsdag kemur Sverri Steinhólm at undirvísa í boðunum.
Í ár verða stórmøtini á netinum.
Vit samlast í missiónshúsinum um hesi tiltøk:
fríggjkvøldið kl. 19:30 Stórmøti
fríggjakvøldið kl. 22:00 Ungdómsløta
leygarkvøldið kl. 19:30 Stórmøti
sunnudagin kl. 14:00 Simba Hitt
sunnukvøldið kl. 18:00 Stórmøti
Sí nærri skrá á trubodin.fo
Í annaðkvøld, og næsta týskvøld, verður tað Olga Magnussen, sum undirvísir um Ísrael
Vit byrja kl. 19:30 við undirvísing, og enda við bønarløtu.
Bíbliutími og bønarløta verður týskvøldið kl. 19:30
Elisabeth Poulsen hevur um Ezek. 37,1-15
Øll eru hjartaliga vælkomin
Bíbliutími og bønarløta verður í annaðkvøld
Alfred Olsen hevur bíbliutíman saman við okkum.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Í samband við at vit byrja tiltøkini aftur týsdagin 1. septembur, fara vit at hava útsetta arbeiðsdagin leygardagin 5. sept.
Vit byrja við morgunmati kl. 9:30.
Vit fara at arbeiða inni og úti, mála, rudda, vaska… so um tú hevur onkur hent amboð ella t.d. spann og lappar, er tú vælkomin at taka tað við.
Á middegi fáa vit eisini ein góðan bita.
Vit enda dagin um 16 tíðina, men tað ber eisini til at vera við um tú bara hevur eina løtu.
Vit fara øll at hjálpast at, við at halda tilmælini um frástøðu og reinføri 🙂
Vónandi verða nógvar glaðar og arbeiðssamar hendur við leygardagin 5. septembur
Vit hava tikið avgerð um at avlýsa øll tiltøk restina av mánaðinum. Vit byrja aftur týsdagin 1. septembur.
Latið okkum vera biðjandi fyri samfelagnum og teimum, sum eru rakt av korona. Latið okkum eisini minnast til teirra, sum stúra vegna óvissuna um teirra egnu støðu ella støðuna hjá einum av teirra kæru.
Stýrið
Í dag kl. 17:00 verða Jóhannes og Kristiana við okkum á netinum. Tey eru stødd í Tansania, har Jóhannes arbeiðir sum lærari og Kristiana sum vegleiðari.
Vit fara eisini at syndja saman og møguligt verður at avleggja ein vitnisburð.
Í annaðkvøld kl. 19:30 (tá bíbliutímin vanliga er) kemur Andreas Nýggjagarð frá Open Doors at greiða frá arbeiðinum. Møguligt verður eisini at gera viðmerkingar og spyrja spurningar
Nú tað kunnu samlast fleiri fólk, í sama høli, fara vit at byrja aftur. MEN alt verður eitt sindur øðrvísi. Vit hava tikið flestu stólarnar burtur, og stilla restina vit 2 m frástøðu, so vit sita ein og ein. Tey, sum eru úr sama húski kunnu sjálvandi sita saman.
í kvøld (týskvøld) kl. 19:30 verður bíbliutími
Fríggjakvøldið verður opið hús kl. 21
Sunnudagin kl. 17 verður møti við Frits Thomsen